Ongantíð eru karmarnir so góðir til ein flogbóltsdyst, sum tá steypafinalurnar eru. Spælt verður á altjóða gólvi, viðhaldsfólkini eru nógv í tali, og alt landið fygir við dystargongdini. Tað kann ganga út yvir spælið, at tað stendur so nógv upp á spæl. Brádliga er hvør bóltur avgerandi og hvør feilur kostar dýrt.
Um tað var tað, ið gjørdi, at favorittarnir úr Mjølni fingu eina vánaliga byrjan upp á steypafinaluna er eitt sindur ilt at meta um, tí SÍ gjørdi eisini sítt til at vinna fyrsta settið. Í eitt sett var einki, sum bendi á, at tað vóru genturnar í illa farvaðum troyggjum, sum vóru greitt oddalið í landskappingini.
Servurnar vóru ikki goðar, móttøkurnar enn verri og feilirnir nógvir. Mjølnir var ikki at kenna aftur, meðan SÍ við Anniku á Stongum, Karin Mikkelsen og Vivian Ole-Jacobsen tóktist stórtrívast í leiklutinum sum liðið, ið einki hevði at tapa.
Annika bæði servaði og hevaði væl, meðan Vivian og Karin upp á skift smashaðu bóltin í Mjølnir gólvið.
25-19, og steypafinaludagurin sá út til at skula byrja við einum steypahvøkki.
Mjølnir finnur stevið
Í øðrum setti byrjar álopsspælið hjá Mjølni at hanga saman. Móttøkurnar og hevingarnar eru góðar og so er lætt spæl í álopinum hjá Sofíu Purkhús og Birgit Guttensen at medda bóltarnar í gólvið hjá SÍ. Mjølnir svarar aftur og vinnur 25-18.
Í triðja setti gekk eisini javnt á, men sigursvandu kvinnurnar hjá Mjølni høvdu tekkið og vunnu 25-22.
Fjórða sett skuldi vísa seg at gerast tað avgerandi. Mjølnir helt fast í sínum góða spælið, men SÍ spældi fult upp til mótstøðuliðið úr Klaksvík í opnum spælið, men verri stóð til við servinum. Upp til einar seks ella sjey ferðir enda servirnar í netinum ella fara ov langt.
SÍ hevði møguleikan at tvinga Mjølnir í eitt fimta og avgerandi sett, men meðan Mjølnir spældi sítt spæl og gjørdi fáar feilir, so kostaðu mistøkini hjá SÍ dýrt. So dýrt, at tá tær skulu sláa bóltin yvirum netið og gjørdu tvifaltslag, so var tað nokk til at Mjølnir fór við gullinum.
Sigurin var uppiborin og Mjølnir livdi upp til leiklutin sum favorittur, sjálvt um tað tók eina løtu at finna seg til rættis í glasiligu kørmunum, men sørvágs kvinnur munnu helst iðra seg um nógvu mistøkini í fjórða settinum.
[email protected]
Steypafinalan hjá kvinnum:
Mjølnir – SÍ 3-1
(19-25, 25-18, 25-22, 25-21)
Sofía Purkhús Mjølnir : - Tað var kanska óneyðugt at tapa tað fyrsta settið. Vit vóru ikki ordiliga klárar til tað fyrsta settið. Vit hava roynt at fokusera nógv uppá hendan dystin. Aftaná fyrsta settið avráddu vit at tora at spæla, og royna at vinna nakrar bóltar, vit vóru meira heitar og klárar tey seinnu settini.
Eina Kalsø Mjølnir : - Vit gjørdu ov nógv mistøk í tí fyrsta settinum. Tá tað er ein finala er tað ofta ”nú”, at tað skal henda, og vit skuldu vindast í gongd. Vit vóru greiðar yvir, at tað, sum hendi í fyrsta settinum kundi henda, men tíbetur megnaðu vit at venda dystinum.
Karin Mikkelsen SÍ : - Tað er ongantíð stuttligt at fáa eitt silvurmerki, men hevur jú tapt tá ein fær silvur. Vit vita, at vit kunna, og tað vístu vit í fyrsta settinum, eins og vit vístu tað í tí fyrsta dystinum í landskappingini. Vit steðga upp, og tora reint sagt ikki at vinna. Ì seinasta settinum gerast okkara seks servumistøk okkum ógvuliga dýr. Tað kendist, sum vóru vit ógvuliga seinar á vøllinum. Vit fluttu okkum ikki nóg skjótt, og tað er ikki nóg gott, tá ein spælir ímóti Mjølnir.
Marjun Kalsø Mjølnir : - Vit fingu eina sjokkbyrjan. SÍ spældi veruliga væl tað fyrsta settið. Eg haldi, at tá ein er so yvirspentur, so blívur tað ofta uppá hendan mátan. Eg segði við tær aftaná fyrsta sett, at vit vóru noyddar til at byrja dystin av nýggjum. Vit royna, sum fast mál at vinna fýra stig hvørja ferð mótstøðuliðið vinnur eitt stig. Eg haldi vit fáa verjupartin at rigga, og somuleiðis servirnar, men vit megna ikki at hava eitt nóg stórt servitrýst, tí helvtin av servunum enda uttanfyri vøllin. Eg haldi, at SÌ hevði brúkt nógva orku í tí fyrsta settinum, at tær dalaðu, sum dysturin leið, meðan vit fóru uppeftir. Og tað er tað, sum krevst fyri at vinna dystin.