Mjølnir-SÍ 2-1
(21-17, 21-17), (11-21, 19-21), 15-6
Hóast tað var SÍ, sum vann seinasta landskappingardystin millum liðini, so var ikki væntað, at ungu sørvingarnir skuldu fara at gera nakað sum helst við Mjølnir, og so slettis ikki nú klaksvíkingarnir høvdu nýggja venjaran, jugoslavan Borko Ilic, við á liðnum.
Men tað var um reppið, at sørvingar fóru aftur til húsa við øllum.
Alt gekk, sum tað ?átti? í fyrra hálvleiki. Mjølnir dróg longra stráðið í báðum settum, sum teir vunnu við sama muni, nevniliga 21-17.
Men tá farið var á vøllin í øðrum hálvleiki vóru liðini púra hamskift. Nú var tað Mjølnir, sum lá undir, og ungu sørvingarnir, sum drógu tað longra stráðið. Í báðum førum.
Triðja sett ? ella tað fyrra í seinna hálvleiki ? endaði harafturat við, at sørvingar vundu burtur úr Mjølni. Teir vunnu 21-11, og tað er ruddiligur og greiður sigur.
Úr Klaksvík frætta vit, at hetta settið spældu sørvingarnir sera væl, og serliga var tað Jón Nielsen, sum spældi væl.
- Nógv spæl gekk um hann, og vit høvdu trupulleikar at steðga honum. Harafturat sluppu teir eisini at serva sjey bóltar uttan at vit svaraðu aftur, og tí áttu vit eisini ein stóran part av skyldini fyri, at teir sluppu so langt frá okkum, sigur Trygvi Poulsen, liðformaður hjá Mjølni.
Hann sigur, at við støðuna 6-5 í triðja setti servaðu sørvingar sjey stig, so at teir vóru frammanfyri 13-5, og tað var ov nógv tilat Mjølnir kláraði at hála tað innaftur. Jugoslavi ella ikki jugoslavi.
Byttan vendi
Í fjórða setti royndi Mjølnir at taka seg saman, og hóast munurin gjørdist minni, so var tað kortini ikki nóg mikið til at koppa SÍ. Nú vóru teir vælkoyrandi, og tað setti vunnu teir 21-19.
So skuldi ?tie-brekari? til og her var tað at byttan vendi.
Klaksvíkingarnir vaknaðu úr dvala og gjørdu bart.
Teir fingu móttøkuna upp á pláss, og skipaðu spæli betri enn teir gjørdu í teimum báðum seinastu settunum. Hetta gav eisini hevaranum meira og betri at arbeiða við, og smátt um smátt fóru teir frá SÍ, sum nú fór at gera feilirnar ístaðin. Um teir nú fingu nervar skal vera ósagt, men seinasta settið endaði við sigri til klaksvíkingar 15-6.
Hjá Mjølnir var tað sjálvsagt ein frægd, at fáa stigini, tí vildi eitt sindur øðrvísi til, so fóru bæði stigini um fjørðin við sørvingum tá Dúgvan fór.
Hjá sørvingum var tað sjálvsagt keðiligt, at tapa, men teir hava enn einaferð víst sær sjálvum og øðrum, at teir skulu takast í álvara. Teir hava eitt ungt lið, sum við eitt sindur av hjálp kann fáa nógv meira burtur úr enn teir fáa í dag.
Ilic ikki heilt nøgdur
Dysturin móti SÍ var tann fyrsti hjá nýggja venjaranum hjá Mjølni. Borko Ilic, sum er spælandi venjari spældi allan dystin, og hóast hann sjálvur ikki var heilt nøgdur við dystin sunnudagin, so sást týðuliga, at hann er ein fongur fyri Mjølnir.
Trygvi Poulsen sigur, at hann er góður venjari, og at hann eisini er ein góður flogbótlsleikari sjálvur.
- Men sjálvsagt skal hann venja nakrar ferðir saman við okkum áðrenn hann kennir liðið, sigur Trygvi, sum saman við liðfeløgum sínum fær nóg mikið at síggja til um vikuskiftið, tá Mjølnir fær vitjan av Fleyr, sum jú er ósigrað í landskappingini.
Hetta verður samstundis fyrsti møguleiki at síggja teir báðar nýggju fremmandamenninar í føroyskum flogbólti, og ikki kann sigast annað enn at tað er sum eitt frískt lot er komið eystaneftir inn yvir Føroyar ...
Jóannes byrjar aftur
Eins og hjá kappingarneytunum í Havn, so hevur Mjølnir eisini ein Jóannes. Hesin eitur Poulsen, men eins og navnin í Havn, so hevur hann heldur ikki spælt higartil í ár.
Nú sær kortini út til at tann dagurin fer at nærkast, tí Jóannes Poulsen er aftur farin at venja og tað er Trygvi glaður fyri.
- Jóannes er ótrúliga týdningarmikil fyri liðið, og hann fer, saman við Ilic, at styrkja munandi um liðið, serliga tí at hann er so royndur leikari, sigur Trygvi Poulsen.
Nær Jóannes verður ?fit for fight? veit Trygvi kortini ikki, men tað kann fara ganga ein tíð enn, tí hann má venja nakrar ferðir áðrenn, og hann skal vist nokk klænka nøkur kilo áðrenn hann er klárur skilja vit úr Klaksvík.