Mjølnir og TB

Oddaliðini í meistaradeildini hjá kvinnum, Mjølnir og TB liggja jøvn í stigum, eftir at TB um vikuskiftið vann trupla útidystin á Giljanesi móti Drátti.

Tað er ikki langt síðani, at vit her í blaðnum høvdu hug til at nevna Dráttur sum ein møguligan FM-vinnara í meistaradeildini hjá kvinnum, men vágaliðið hevur snávað í tveimum teimum seinastu týðandi dystunum, og tí noyðast tær at taka til takkar við bronsuni.

Oddaliðini halda tørn
Leygardagin var dystur á Giljanesi millum júst Drátt og annað av oddaliðunum, TB. Vikuskifti frammanundan hevði Dráttur tapt greitt fyri hinum oddaliðnum Mjølnir á heimavølli, og harvið mistu tær í veruleikanum møguleikan fyri at gerast meistarar. Um hetta hevur havt sína sálarligu ávirkan á avrikið hjá Drátti, skal verða ósagt, men tað er ein sannroynd, at í dystinum móti TB leygardagin fekk Dráttur ongantíð av álvara sítt spæl at koyra, hóast munurin á liðunum báðum ikki var serliga stórur.
TB vann dystin 3-0, men settmunurin var ikki so stórur. Fyrsta settið vann útiliðið 25-23, síðani var munurin eitt sindur størri, tá ið TB vann næsta settið 25-20, áðrenn triðja og seinasta settið endaði við einum teprum 25-23 til gestirnir av Tvøroyri.
Við ósigrinum misti Dráttur sambandið til oddaliðini, og tá ið eitt stórt glopp er niður til liðið, sum liggur beint undir Drátti á stigatalvuni, ÍF, so noyðast tær í Drátti at taka til takkar við bronsuni í ár.
Hinvegin heldur TB við sigrinum á Drátti tørn í kappingini við Mjølnir í oddinum. Mjølnir hevði um vikuskiftið vitjan av KÍF, og oddaliðið vann dystin greitt 3-0. Settúrslitini vóru 25-18, 25-23 og 25-19.
Hóast Mjølnir og TB liggja ájavnt í stigum, so má Mjølnir metast at hava nógv tey bestu kortini á hondini, tí liðið hevur væl betur settmun, og harumframt hava tær bert tveir heimadystir eftir, og báðir eru teir móti liðum úr niðaru hálvu á stigatalvuni.
Ein dystur var eisini leiktur í Sørvági, og hann var millum SÍ og ÍF. Her var ÍF betra liðið, og tær vunnu dystin 3-1. Botnliðið SÍ royndi annars at bíta frá sær, men mótstøðan var ov sterk. Settúrslitini vóru 21-25, 21-25, 25-21 og 18-25.

Mjølnir-KÍF 3-0 (25-18, 25-23, 25-19)
Dráttur-TB 0-3 (23-25, 20-25, 23-25)
SÍ-ÍF 1-3 (21-25, 21-25, 25-21, 18-25)