Mjølnir og TB stóru vinnararnir

TB og Mjølnir vunnu hvør síni fimm steyp á árligu flogbóltsgallaveitsluni leygarkvøldið. Ársins spælarar 2003/04 eru Gudrid Nolsøe og Bartal Eliasen

Flogbóltsgalla

Leygarkvøldið skipaði Flogbóltssamband Føroya fyri árligu galla-veitsluni, sum er endabresturin fyri kappingarárinum í vetur. Góð 200 fólk vóru savnað á Hotel Føroyum.
Flogbóltssambandið hevði lagt nógv fyri at fáa eitt so væleydnað kvøld sum gjørligt og tað eydnaðist eisini til fulnar. Hæddarpunktið á kvøldunum var, tá tað skuldi avdúkast, hvørjir flogbóltsleikarar vóru best í flogbóltsárinum, sum fór.

Gudrid X 2
Hjá kvinnunum gjørdist steypavinnararnir av Tvøroyri stóru vinnararnir. Leikarar og venjari hjá TB vunnu í alt fimm steyp leygarkvøldið. Hetta kennist óivað fjálgt hjá tvørakvinnum, sum gjørdust just ov stuttar í kappingini um FM-heitið í ár.
Gudrid Nolsøe varð kosin ársins leikari og ársins áleypari. Ingun Midjord og Sólva Dimon gjørdust ávikavist ársins blokkleikari og ársins stjørnuskot. Venjarin hjá TB-kvinnunum í vetur, Virgar Djurhuus, varð valdur til ársins venjara í kvinnudeildini.
Veteranurin hjá Mjølnir, Marjun Kalsø, fekk heiðurin sum ársins hevari og liðfelagið hennara, Margit Joensen varð kosin til ársins verjuleikara.
Ársins útlendski leikari varð Nicolina Alter hjá Drátti.

Bartal bestur
Leygardagurin má sigast at hava verið dagur í viku hjá fuglfirðinginum, Bartal Eliasen.
Seinnapartin leygardagin hevði Bartal avgerandi leiklut, tá hann stútaði fuglfirðingar víðari í kappingini um Løgmanssteypið. og seinni um kvøldið varð hann kosin til fremsta flogbóltsleikara farna vetur.
Liðfelagin hjá Bartali í ÍF, Odd Eliasen, fekk heiðurin sum ársins hevari. Sørvingarnir gjørdu eisini eitt veruligt hál leygarkvøldið. Jón Nielsen, Jóhan Petur av Stongum og Ólavur Jensen gjørdust ávikavist ársins áleypari, ársins verjuleikari og ársins stjørnuskot.
Føroyameistararnir úr Mjølni vóru heldur ikki við skerdan lut á gallaveitsluni. Veteranurin, Trúgvi Poulsen, varð kosin til ársins blokkleikari. Útlendingarnir hjá Mjølni, Stanislav Hristov og Vlademir Vasilev fingu ávikavist heiðurin sum ársins venjari og ársins útlendski leikari.