Mjølnir reistir fyri aðru ferð

Annað vikuskiftið á rað komu klaksvíkingar aftur, eftir at hava ligið tvey sett undir

Flogbóltur

Mjølnir hevur nú tikið við favoritt-heitinum í bestu mansdeildini í flogbólti.
Um vikuskiftið vóru fuglfirðingar á vitjan, og talan gjørdist um ein dyst, sum varð júst so javnur, støðan á talvuni bendi á, at hann fór at verða.
Her vóru liðini nevnliga jøvn undan dystinum, men fyrstu løtuna var tó ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um so javnan dyst. Eins og í dystinum móti SÍ fyri viku síðani gekst illa í hond hjá Mjølni fyrstu settini. Fuglfirðingar tóktust hava beina kós móti gullinum, tá teir tóku næsta settið somikði sannførandi sum 25-15. Fyrsta settið høvdu teir eisini vunnið, og nú tóktust klaksvíkingar av álvara at vera á knøunum.
Men enn einaferð reistist Mjølnir. Ivaleyst hevur sigurin á SÍ víst, at tað kann loysa seg at striðast sum ein heild, og tað var júst tað, sum liðið nú aftur gjørdi. Hóast talan nú gjørdist um jøvn og spennandi sett, so megnaðu klaksvíkingarnir alla tíðina at halda sær omanfyri, og ta teir so eisini tóku javnbrótaran, máttu eisini fugfirðingar ásanna, at her gjørdist einki.
Og skal tosast um heiðursmerki í Klaksvík, so er landskappingin einasta staðið, at hesi kunnu fáast til høldar. Steypafinaluni eigur Klaksvikin ongan part í hesaferð, og tí man góða gongdin hja bæði monnum og kvinnum smakka eyka væl nú.

Trygt hjá SÍ
Hin dysturin um vikuskiftið var í Sørvági, har SÍ var á vitjan, og her var eingin ivi. Sørvingar snægt sagt vundu burturúr Fleyr, og tó at seinasta settið ikki hevði heilt so stóran mun sum hini, so var ongan tíð nakar vandi fyri, at Fleyr sum so skuldi pynta um munin.
Soleiðis halda sørvingarnir framvegis fast í vónini um, at tað kanska fer at bera til hjá liðnum at gera seg galdandi, tó at tað skal lagað seg óvanliga væl, um teir skulu røkka heilt upp á tindarnar. Men ikki minst, so kann tað roknast við, at teir verða partur av nøkrum lykladystum í landskappingini, har teir enn eiga heimadyst móti bæði Mjølni og ÍF.