Mjølnir hevði ongan møguleika at koma av aftasta plássinum undan seinasta dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum, har tær tóku ímóti KÍF. KÍF hevði heldur ikki nógv at spæla fyri, tí tær lógu á fjórða plássi og høvdu ongan møguleika at koma upp á triðja plássi. Mjølnir vísti seg tó at vera betri henda dagin. Tær vunnu fyrsta sett 25-23, men so svaraði KÍF aftur og vann annað sett 25-17. Mjølnir tók tó eisini triðja sett 25-17, og so var lagt upp til ein sigur til heimaliðið. KÍF svaraði tó aftur og vann fjóðra sett 25-19, og so skuldi javnbrótari til. Her dró Mjølnir longra stráðið og vann 15-10, og sostatt fingu tær ein góðan sigur undan upp- og niðurflytingardystunum ímóti Fleyr, sum vera í komandi viku.