Eftir kvinnudystin tóku menninir hjá Mjølni ímóti Fram. Her staðfesti Mjølnir, at silvurið hoyrir heima í Klaksvík. Teir vunnu 3-0, men munurin var ikki stórur á liðnum. Í fyrsta setti vann Mjølnir gott nokk 25-19, men í hinum báðum settunum var eingin munur. Her vann Mjølnir 27-25 og 26-24, so Fram var væl við at kalla allan vegin. Mjølnir hevur sostatt vunnið silvur, meðan Fram tók sær av bronsuni í bestu mansdeildini.