Tað er avmarkað pláss í arrestini í Mjørkadali. Sum karmarnir eru í løtuni, er pláss fyri 14 fangum, og vanliga sigur man, at býtið skal vera fýra pláss til varðhaldsfangar, meðan 10 pláss eru til persónar, ið sita dóm.
Men í løtuni er støðan ein heilt onnur, tí í løtuni sita eini 10 persónar varðhaldsfongslaðir í Mjørkadali, og tí er ógvuliga avmarkað við plássi til persónar, ið skulu sita dóm av sær. Hetta hevur við sær, at bíðitíðin at sleppa inn at sita dómin av sær veksur, og teir dømdu koma í eini bíðistøðu, hóast teir helst vilja sleppa at sita dómin sum skjótast.
Umhugsa at senda til Danmarkar
Michael Boolsen, fúti, viðgongur, at tað eru óvanliga nógvir varðhaldsfangar í løtuni, og at hetta er ein avbjóðing.
- Tað gongur upp og niður við varðhaldsfangum, og í løtuni eru teir rættiliga nógvir. Vit kunnu møguliga senda onkran teirra niður at sita, og tað er eisini nakað, sum vit umhugsa í løtuni, sigur Michael Boolsen.
Í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið, er samrøða við Michael Boolsen, fúta, um hesar avbjóðingarnar, og eisini er samrøða við Elkin Klettheyggj, leiðara fyri Kriminalforsorgina í Føroyum. Í samrøðunum verður umrøtt, um vit skulu hyggja at alternativum revsimøguleikum í Føroyum fyri at loysa plásstrupulleikan í Mjørkadali.