2. deild
Um tað var mjørkin, ið gjørdi tað, sigur søgan einki um. Men tá tað ráddi um at síggja mál og gott spæl í dystinum leygardagin á Krossinum millum Sumba og NSÍ, var sýnið einki serligt. Og í seinna hálvleiki sást bókstaviliga ikki úr øðrum endanum á vøllinum í hin.
Fyri bæði liðini ráddi um at sleppa undan at flyta niður, og hvørki teirra kundi kenna seg trygt. Sumbingar toldu ikki at tapa, um HB samstundis vann sín dyst í Klaksvík, tí so blivu sumbingar aftastir, og NSÍ hevði átt somu lagnu við tapi á Krossinum.
Dysturin var sum heild javnur, og ikki vóru teir nógvu málmøguleikarnir. Menn stríddust um hvønn einasta bólt, men misjavnt var, hvussu nógv fekst burturúr.
Sumbingarnir skutu dúgliga móti málinum hjá NSÍ, men høvdu ilt við at raka innan fyri málrammuna, og í hinum vóru ein tveir góðir møguleikar, ið tó einki góvu. Ta einu ferðina hevði NSÍ kortini bóltin í málinum hjá Sumba, men málið varð kolldømt.
Sostatt endaði dysturin 0-0, og tað merkir fyri Sumba, at við áttanda plássinum er framhaldandi tilveran í næstbestu deildini bjargað, meðan NSÍ á næstaftasta plássinum ikki kennir sína framtíðarlagnu í deildini, fyrr enn tvær grannauppgerðir eru fingnar frá hondini.
Næstfremsta liðið í 3. deild gjørdist B68, so tað verður ikki fyrr enn tveir upp- og niðurflytingardystir í næstum eru spældir millum toftamenn og runavíkingar, at greitt er, hvat av feløgunum hevur sína næstbestu manning í 2. deild næsta ár.
Dysturin í tølum
Sumba-NSÍ 0-0