Kvinnurnar hjá Mjølnir tryggjaðu sær FM-gullið seinnapartin, tá ið tær í høllini á Hálsi í Havn vunnu 3-2 ímóti Fleyr í einum sera tøttum og spennandi dysti. Mjølnir vann eisini fyrsta dystin í FM-finalunum, sum verða leiktar best út av trimum, og tískil vunnu tær 2-0 í dystum.
Fleyr legði annars bragdligari fyri og vísti stórspæl í fyrsta setti, sum tær vunnu 25-11. Mjølnir fekk síðani tingini at hanga betur saman og vunnu tær annað sett 25-22. Fjáltur kom í Fleyr-liðið, sum aftur mátti lúta í triðja setti. Hetta settið vann Mjølnir 25-18.
Fjórða sett gjørdist ógvuliga spennandi, sum Fleyr eftir eitt frálíkt comeback at enda megnaði at vinna 26-24. Í avgerandi setti streyk Mjølnir avstað, men Fleyr minkaði niður í 14-13 áðrenn Gudrid Nolsøe at enda smekkaði bóltin í gólvið og FM-gullið til Klaksvíkar.
Fyrr í ár vann Mjølnir eisini steypakappingina ímóti júst Fleyr, og kunnu tær tískil kalla seg greipuvinnarar.
Mjølnir - Fleyr 3-2 (11-25, 25-22, 25-18, 24-26, 15-13)