Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara

Hotel Djurhuus-deildin:

KÍF – Mjølnir 2-3 (25-20, 15-25, 19-25, 25-18, 12-15)

 

Hóast tað longu var greitt, at tað verða Mjølnir og SÍ, sum skulu spæla FM-finalur, so eru dystirnir til tá als ikki ókeypis, tí úrslitini – eisini settúrslitini – kunnu fáa stóran týdning fyri, hvør av teimum endar fremst í landskappingini, og tí fær heimavøll í fyrstu finaluni og í eini møguligari triðju finalu.

 

Í dystinum í gjár var tað heimaliðið, sum legði betur fyri og legði seg á odda 17-8, og hóast Mjølnir vann fimm á rað móti endanum og minkaði um munin til bara trý stig, kom ikki veruligur spenningur aftur í settið, sum KÍF vann 25-20.

 

Mjølnir svaraði aftur í øðrum setti og smurdi KÍF av 25-15 og var væl á veg at gera tað sama í triðja setti, tá Mjølnir legði seg á odda 11-5 og 15-10. KÍF kom tó afturíaftur og minkaði um munin til bara eitt stig, men eftir 17-18 dró Mjølnir frá aftur og vann 25-18.

 

Í fjórða setti gekk javnt á til 12-12, tá KÍF spakuliga fór undan og vann settið 25-18.


Javnbrótarin kundi farið báðar vegir. KÍF var á odda 6-4 og 8-6, men so vann Mjølnir fimm bóltar á rað og fór framum 11-8. KÍF javnaði tó til 11-11, áðrenn Mjølnir aftur vann trý stig á rað og síðan vann settið 15-12 við øðrum dystarbóltinum.

Hjá KÍF var Ariana Pereyra tann stóri spælarin við 20 stigum. Elsa Samuelsen og Daria Burrows fingu ávikavist 14 og 13.

Hjá Mjølni fekk Ingibjørg Müller 17 stig, og henni á baki komu Osla Johannesen og Nicola Toftegaard við ávikavist 16 og 14 stigum. Nicola hevði seks serviess.

Í blokkinum var Mjølnir heldur stinnari við seks blokkum (Maria Teresa Vitalis 4); KÍF hevði tveir (Ariana báðar).

 

Tey tvey stigini hjá Mjølni eru júst nóg mikið hjá teimum til at varðveita fyrstaplássið í kappingini, hóast tær skuldu tapt 3-0 fyri SÍ í seinasta landskappingardystinum, um Mjølnir væl at merkja vinnur 3-0 á TB í næstsíðsta dystinum. Tí hóast SÍ skuldi vunnið 3-0 á Fleyr í sínum næstsíðsta dysti og síðani 3-0 í seinasta dystinum ímóti Mjølni, so høvdu bæði liðini enda á 36 stigum og settmuninum +25, og tá eru tað innanhýsisdystirnir sum avgera, hvør er fremst, og har hevur Mjølnir vunnið báðar (3-2 og 3-0), og tí verður Mjølnir betur innanhýsis, hóast SÍ vinnur tann seinasta 3-0. Men tapir Mjølnir sett fyri TB fýra dagar frammanundan, so kann SÍ taka fyrstaplássið.

 

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

 

##med2##