Modellin og meistarin

22 ára gamal Birtia Lilja Simonsen, dóttir Wivicu Birch og Kára Simonsen úr Havn vann seinasta vikuskifti danmarksmeistaraheitið sum frisørlærlingur. Hon luttók og fekk heiðursmerki í fleiri kappingum.

22 ára gamla Birita Lilja Simonsen úr Havn vann seinasta vikuskifti danmarksmeistaraheitið í langthársklipping. Birita Lilja lærir til frisør og hevur verið undir útbúgving í hálvtannað ár av fýra.

    -Hetta var heilt ótrúligt. Eg kom heim aftur við fýra heiðursmerkjum, sigur Birita Lilja, ið er dóttir Wivicu Birch og Kára Simonsen úr Havn. Í løtuni gongur hon á

á Style and Wellness Collage í Aalborg, og soleiðis verða tekniskir skúlar kallaðir í dag. Tað var hesin skúlin, sum stillaði Biritu Lilju og nakrar aðrar upp til kappingina um danmarksmeistaraheitið, sum var hildið á Fyn seinasta vikuskifti. Tekniskir skúlar kring Danmark stillaðu 56 næmingar upp og Birita Lilja endaði ovast í disiplinini at klikka longum hári.

    -Eg gjørdist eisini nummar tvey í kappingini “Cut and Color”. Í hesi kappingini vóru bæði næmingar og útlærdir frisørar. Eg luttók eisin á einum liðið frá okkara skúla og har gjørdust vit nummar tvey. Disiplinin her var langhársuppseting og bombage, sum er eitt slag av gamaldags føning fyri harrar. Á hesum liðnum var eg yngst, hinar vóru triðjaárslærlingar, sigur Birtita Lilja.


Trúgv móti sær sjálvum

    Birita Lilja er ein dama við bein í nøsini og hon er trúgv móti sær sjálvum. Hon hevur búð niðri seinastu 10 árini og hon hevur gingið í skúla. Hon lærir væl og fekk gott studentsprógv. Heimurin lá opin fyri henni og hon kundi velja hvørja útbúgving tað skuldi verða innan hægri lesnað.

    -Eg fór til Aberdeen í Skotlandi at lesa sálarfrøði. Systir mín Guðrið hevur lisið sálarfrøði í Skotlandi og eg hugsaði, at eg vildi eisini prøva. Í Skotlandi fann eg út av hvat eg veruliga vildi. Tað eg skuldi gera skuldi vera ordiliga skeg. Tað skuldi verða okkurt eg brendi fyri og sum eg tímdi av innasta hjarta.

    -Tit kunnu ætla at míni nærmastu undraðust, at eg fór í handverkaralæru. Babba var ikki vilt imponeraður.  Øll høvdu roknað við at eg fór undir hægri lesnað og eg ætlaði eisini at byrja við at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Men eg slapp ikki av við spurningin inni í mær sjálvum, tími eg hetta ella er tað nakað, sum eg nógv heldur við.  Frisørfakið er ógvuliga spennandi fyri meg og at enda tók eg egnu avgerð. Eg legði einki í hvat hini søgdu. Eg havi nú verið í læru í hálvt annað ár og eg havi ikki angrað tað eina løtu, sigur Birita Lilja Simonsen.


Vil verða stylistur

    -Eg haldi, at tað at fyrireika seg til kappingar eru sera mennandi fyri meg. Eg havi ikki ætlanir bara at vera frisørur.. Eg fari, tá ið  eg eri liðug at seta á stovn eina stylistsalong og eg ætli mær at mennast innan hetta fak, sum ber í sær at styla frá topp til tá, Birita Lilja

    Tá ið Birita Lilja kom heim aftur til Aalborg seinasta sunnudag hevði hon fýra pokalar heim við aftur. Teir verða hentir, tá ið hon fer at byggja karrieruna upp í framtíðini.

    Myndirnar í greini hevur stolti pápin Kári Simonsen tikið . Birita Lilja býr saman við sjeikinum Kim í eini íbúð í Aalborg.