Portrett
Anna V. Ellingsgaard
[email protected]
Múrarnir á húsinum eru úr meturtjúkkum betongi. Á vegginum inni í friðaligu gongini hanga gamlar myndir av álvarsomum og hátíðarligum monnum. Teir minna meg mest um eina kongarøð, har teir sita, fleiri av teimum við einum løgnum hatti við longum, hvítum fjaðrum. Men á seinastu myndini er hatturin burtur, og í stólinum situr ein kvinna.
Birgit Kleis, ríkisumboð, er komin út í gongina ímóti mær, og satt at siga dugi eg illa at seta hana í samband við hennara stirvnu undangongumenn á vegginum, sum hon stendur har smílandi í cowboybuksum og troyggju.
? Nei, hattin fert tú ikki at síggja meg í á Ólavsøkuskrúðgonguni, tí mín undangongukona syrgdi fyri, at hann fór niðan á Forngripasavnið. Eg hevði nú eisini sæð nakað løgin út í honum, sigur Birgit og flennir.
Tað er ongin ivi um, at frískir vindar blæsa á Amtmannsborgini, har tað fyri bert fáum árum síðani var púra óhugsandi, at ein kvinna sat í hesum søguliga og siðbundna embæti.
Løgfrøðingur og matvøruverkfrøðingur
Men hvussu ber tað til, at Birgit, sum er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn og upprunaliga er útbúgvin matvøruverkfrøðingur, endar sum ríkisumboðsmaður í Føroyum?
? Ja, tað tykist kanska eitt sindur løgið, og tó. Útbúgvingina sum matvøruverkfrøðingur brúkti eg ongantíð til nakað - ikki annað enn at finna út av, at tað var ikki tað, er ætlaði mær at starvast við restina av lívinum. Eg byrjaði at lesa løgfrøði, áðrenn eg var liðug við matvøruverkfrøði, og spældi í eina tíð við tankan um okkurt starv, har eg kundi brúka báðar útbúgvingarnar samstundis, men tað varð ongantíð til nakað. Hugurin til løgfrøðina var altíð størst, og nú dugi eg illa at ímynda mær, at eg skuldi havt nakra aðra yrkisleið, sigur Birgit.
Men at Birgit kom til Føroyar fyrstu ferð í 1985 var mest sum av tilvild. Ein vinkona, sum arbeiddi her, fekk lokkað hana til Føroyar, og Birgit fekk lokkað mannin við. Úrslitið var, at Birgit var í starvi sum sum fulltrúi hjá ríkisumboðnum í tvey ár, og at bæði byrjaðu at droyma um einaferð at koma aftur.
Burtur frá skundinum
Tá Birgit 17 ár seinni fekk møguleikan at søkja starvið sum ríkisumboð, kendist tað sum eitt upplagt stig á yrkisleiðini. At dreymurin um at koma aftur til Føroyar nú eisini kundi gerast veruleiki, gjørdi tað bara meir eyðsæð og lættari at taka avgerðina.
- Sjálvt um eg eri uppvaksin í Keypmannahavn, havi eg nokk ongantíð rættiliga trivist við øllum tí óneyðuga skundinum, sum eyðkennir lívið í einum stórbýi, har fólk skunda sær mest tí, at øll hini skunda sær. Áðrenn tú veit av, gloymir tú, at tað kann vera øðrvísi. Men tað kann tað jú, og føroyingar vita, hvussu man ger. ?Verður tað ikki í dag, so verður tað í morgin. Vit náa tað nokk allíkavæl." Hetta er ein liviháttur, sum hóskar júst til mín. Og tað finst neyvan nakað betri stað hjá okkara børnum at vaksa upp í. Bara tað, at lata tey fara út einsamøll uttan at ganga og vera bangin um tey, hevði jú verið óhugsandi í Keypmannahavn. Tað er nakað er veruliga fari at sakna, tá vit flyta niðuraftur.
Fyri ikki at tala um føroysku náttúruna. Sjálvt um Birgit saknar sínar dagligu súklutúrar í Keypmannahavn, so heldur hon ikki, at nakað kann samanlíknast við gongutúrarnar í føroysku fjøllunum.
Søguligt embæti
Birgit gjørdist ríkisumboð í 2001, og hon viðgongur, at tað vóru løtur í fyrstuni, har hon stúrdi eitt sindur fyri, um hon fór at megna at liva upp til ta tign, sum embætið søguliga hevur verið umgyrt av. Líka til heimastýrið var sett á stovn í 1948, var tað amtmaðurin, ið hevði hendan leiklutin, sum tá gav honum nærum óavmarkað vald í Føroyum.
? Tað slepst ikki undan, at ríkisumboðið ofta framvegis leiðir tankarnar hjá tí eldra ættarliðnum aftur á amtmannstíðina. Og eg havi eisini hitt eldri fólk, sum hava tikið í hondina á mær við eini ónatúrligari ærufrygt, sum hoyrdi tí tíðini til. Men sjálvt um vit ikki rættiliga skilja tað, eiga vit at virða, at amtmaðurin er ein partur av teirra søgu uppá ein annan máta, enn av okkara. Eg kann bara vóna, at eg við míni persónligheit og máta at vera uppá, kann vísa, at tíðirnar eru broyttar. Í so máta eri eg eisini heppin, við tað at mín undangongumaður var ein kvinna, tí á tann hátt var leiðin longu slóðað fyri, at tað eru ymsir mátar at fylla hetta embætið, sigur Birgit.
Andsøgn
Onkusvegna tykist Amtmansborgin at vera ein andsøgn í sær sjálvum. Tí meðan sjálvt húsið eru nærum áleypandi stórbært, eru uppgávurnar, sum verða loystar har, stórt sæð ósjónligar í restini av samfelagnum. Tað er eisini ein sannroynd, at ríkisumboðið fær færri og færri uppgávur um hendi. Eitt av teimum fáu størru økjunum, sum framvegis liggur hjá ríkisumboðnum, er familjumál, men undir sein-astu samgongu sá tað eitt skifti út til, at eisini hetta málsøkið fór at verða yvirtikið heilt skjótt.
? Tingingarnar um familjumál góvu okkum nakað heilt ítøkiligt at hugsa um, tí varð økið yvir-tikið, hevði tað havt stóra ávirkan á dagliga arbeiðið her í húsinum. Slíkt mugu vit alla tíðina vera fyrireikað uppá, tí yvirtøka av nýggjum málsøkjum hevur jú leingi verið eini nátúrlig politisk gongd í Føroyum, sigur Birgit.
Føroyskt umboð
Ein annar partur av starvinum hjá Birgit er at halda seg kunnaða um nærum alt, sum fyriferst á politiska og búskaparliga økinum sum heild. Og tað ger hon fegin, ikki bara av áhuga, men eisini tí, hon júst í hesum sambandi heldur seg hava eina sera týdningarmikla uppgávu at røkja mótvegis donskum mynduleikum og dønum sum heild.
? Tíverri haldi eg ikki, at danskir fjølmiðlar megna serliga væl at geva dønum eina nóg neyva mynd av Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Vit sóðu, hvussu tað gekk fyri seg undir kreppuni, men kreppan er ikki einasta dømi um, at danir ofta sita eftir við eini alt ov einstáttaðari mynd av tí, sum fyriferst her.
? Hetta eigur sjálvandi ikki at vera ein umbering, men tað forklárar kanska, hví danir, eisini politikarar og embætisfólk, ofta tykjast at vita óvanliga lítið um Føroyar. So sjálvt um starvið fyrst av øllum gongur út uppá at umboða Danmark í Føroyum, so virkar tað í praksis ofta líka nógv hinvegin. Og har síggi eg tað avgjørt eisini sum mína uppgávu at geva dønum, um ikki eina rættvísari so í øllum førum eina meir fjøltáttaða mynd av føroyska samfelagnum.
Ikki eitt lívsstarv
Sjálvt um tíðirnar eru broyttar, so slepst ikki undan, at ríkisumboðið er ein leivd av donskum yvirvaldi í Føroyum. Og sambært politiska býtinum í løtuni er tað mest sannlíkt, at umleið helvtin av Føroya fólki heldur, at ríkisumboðið langt síðani átti at verið avtikið. Men Birgit hevur ongantíð merkt nakað til ein møguligan illvilja í Føroyum mótvegis sær ella stovninum.
? Eg havi ikki varhuga av, at Føroyingar síggja stovnin ella meg sum ímynd av eini politiskari staðfesting ella hugburði. Ríkisumboðið er bara ein liður, sum altíð hevur verið til í onkrum líki í politiska sambandinum millum Føroyar og Danmark, uttan at meir verður lagt í tað. Tað ger eisini mítt arbeiðið hugaligari, tí um tú vilt, er tað jú upplagt at brúka ríkisumboðið sum vápn í politiska kjakinum um sjálvstýri ella ikki. Hvørki eg ella danska forsætismálaráðið hava nakran áhuga í, at ríkisumboðið gerst partur av tí stríðnum, og tí er tað við vilja, at eg ógvuliga sjáldan blandi meg uppí tað politiska kjakið, sjálvt um eg ofta havi hug til tað.
? Um Føroyar fáa fullveldi ella ikki, fer tíðin at vísa. Men um so verður, haldi eg tað hevði verið eitt fínt hugskot at gjørt Amtmannsborgina til danska sendistovu í Føroyum. Men tað verði ikki eg, sum komi at sita har. Eg havi allatíðina vitað, at hetta ikki verður mítt lívsstarv, tí til tað hevur tú sum ríkisumboð ov lítla beinleiðis ávirkan á málini, tú arbeiðir við, sigur Birgit.
Øvutir kynsleiklutir
Ein ríkisumboðmaður, ið er ein kvinna. Maðurin, sum flutti við, hóast hetta merkti, at hann gjørdist arbeiðsleysur. Fyri onkran sær tað ivaleyst út sum, at Birgit ætlar at markera eina kynspolitiska støðu við soleiðis at venda leiklutunum á høvdið.
Birgit flennir.
? Ja, tað sær kanska soleiðis út, men tað er nú mest av tilvild. Hinvegin viðgangi eg fegin, at eg nokk altíð hava verið tann av okkum báðum, sum havi havt størri trongd til at satsta uppá eina yrkisleið. Samstundis hava vit altíð verið samd um, at siðvenja ikki skal verða avgerandi fyri, hvat hvør av okkum tekst við.
? Maður mín er journalistur, og hann visti, at hann ikki skuldi gera sær nakrar vónir um at gerast blaðmaður her, av tí at hann ikki dugir at skriva føroyskt. Men tað valdi hann at taka við, tí hugurin at sleppa at royna at búgva í Føroyum í nøkur ár var so mikið størri. Nú undirvísir hann so á Studentaskúlanum í Hoydølum og trívist avbera væl.
? Tá vit valdu at flyta til Føroyar, var tað nakað, eg og maður mín gjørdu av í felag. Tá vit nú hava valt at flyta aftur til Danmarkar næsta ár, er tað ein familjuavgerð, har eisini børnini eru tikin við uppá ráð. Mín yrkisleið hevur framvegis stóran týdning fyri meg, men uttan familjuna hevði eg als ikki trivist nakra staðni, sigur Birgit Kleis, ríkisumboð, at enda.
??????
Fakta um Birgit Kleis
Fødd í 1956
Uppvaksin í Keypamannahavn
Gift við Brian Gronemann. Eiga børnini Thomas 9 ár, og Maria, 6 ár.
Útbúgving: Cand.brom 1982 og cand.jur 1985
Yrkisleið:
1985Fulltrúi hjá Fólkatingsins umboðsmanni
1985-1986Fulltrúi í Løgmálaráðnum
1986-1988 Fulltrúi hjá ríkisumboðnum í Føroyum
1988-1995 Fulltrúi í Løgmálaráðnum
1995-2001Skrivstovustjóri í Løgmálaráðnum
2001-Ríkisumboðsmaður í Føroyum
?????????
Fakta um ríkisumboðið
?Ríkisumboðsmaðurin er evsta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum.
?Stovnur undir Forsætismálaráðnum og er, sambært siðvenju, altíð løgfrøðingur.
?Hevur sæti í Løgtinginum, tó uttan atkvøðurætt.
?Virkar sum bindilið millum heimastýrið og ríkismynduleikarnar.
?Fyrisitur danska fólkatingsvalið í Føroyum.
?Ígildissetur danskar lógir í Føroyum og viðgerð, sum evsta vald, flestu familjumál, t.d. hjúnarskilnað, mál um konu- og barnapening, ásetan av samveru við børn o.a.
?Føddur limur í Føroya Stiftsstjórn og í nevndini í Dansk-Færøsk Kulturfond.