Ein 36 ára gamal maður var mikudagin ákærdur fyri at hava framleitt minst 64 skunkplantur, umframt 18, ið vórðu brúktar.
Eisini vórðu onnur forhold í ákærunum, eitt nú 269 gramm av skunki, umframt 93 gramm somuleiðis av skunki.
Og sum eitt kuriosium var mamma at hesum 36 ára gamla eisini ákærd fyri at hava hjálpt til í hesi hassjplantagu.
Hon vísti tó aftur upp á tað kraftigasta, at hava havt nakað sum helst at gera við hesa hassj- ella skunkplantagu.
36 ára gamli maðurin helt lítið um rættarskipanina og segði, at tað var sjefákærin, sum var bæði inkompetent og ódugnalig, og at hon ikki orkaði gronina í sær. Og tað var orsøkin til, at hann og serliga mamman vóru stødd í rættinum mikudagin.
Hann játtaði at hava plantað tær 64 planturnar og at hann hevði brúkt tær 18, sum talan var um. Men har endaði eisini semjan millum ákæra og ákærda. Tí meðan ákærin vildi vera við, at hvør planta kundi geva upp í 46 gramm av hassji, svór ákærdi upp á, at tað var brennandi lygn, og at tað í mesta lagi fekst 10-14 gramm burtur úr hvørjari plantu.
Hann kundi tí als ikki góðtaka, at tær 64 planturnar kundu menna 2.044 gramm av skunki.
Ákærdi maðurin segði, at hann av fyrstan tíð hevði plantaguna í kjallaranum, men so hevði mamma hansara bjóðað honum at smíða sær eitt kamar uppi á loftinum.
Hann so gjørdi, og tá tað var komið so mikið langt, vórðu planturnar saman við so nógvum øðrum flutt upp á loftið.
Tað var tá, at hann heystaði tær 18 planturnar.
Saman við hinum plantunum vórðu eisini funnin 219 hampfræ, sum sagt var, at ákærdi maðurin ætlaði at brúka til at planta skunkplantur.
Seinni noktaði tann ákærdi fyri, at hetta var endamálið til frænum, og tað var útilokandi hansara stóri áhugi fyri frænum, sum fekk hann at samla fræ.
Hann greiddi víðari frá, at hann plantaði vanliga eitt stað millum 20 og 24 plantur, menum hann til dømis plantaði 24, komu bert 18 til 20 plantur undan.
Hann játtaði at hava útvegað alla útgerð til framleiðsluna. Men hann noktaði fyri at hava sagt við mammu sína, at um politiið kom á gátt, skuldi hann taka alla ábyrgd.
At enda upplýsti ákærdi, at tað kostar 250 kronur at keypa eitt gramm av hassj á svarta marknaðinum.
Mamman var sum nevnt ákærd sum viðsek í málinum um hassjplantaguna. Men hon noktaði upp á tað harðasta.
Hon segði, at hon hevði bjóðað soninum at innrætta sær eitt rúm uppi á loftinum til hann og dóttir hansara.
61 ára gamla kvinnan segði eisini, at hon fleiri ferðir hvi verið uppi í kamarinum, men hevði ikki varnast nakað sum helst.
Hon segði seg einki hava havt yvirhøvur við sakina at gera. Og hon hevði sum nevnt verið uppi á loftinum fleiri ferðir uttan at varnast nakað. Til tað skoytti ákærdi maðurin upp í, at hann hevði hongt eitt forhang fyri og annars stillað pappeskjur fyri, so eingin skuldi síggja nakað.
Mamman segði tó, at um onkur legði ein joint í vindeygaðkarmin, so tók hon hann og kundi so roykja hann eina viku ella tvær seinni.
Hetta var enn eitt mál í teirri longu røð av málum um rúsevni og skunkplantur, sum ákæruvaldið førir í hesum døgum.