Mogens Jensen úr danska Javnaðarflokkinum fer nú frá sum ráðharri. Tað skrivar TV MIDVEST frá keldum kring ráðharran.
Hann leggur frá sær, áðrenn frágreiðingin í mink-málinum, sum stjórnin hevur boðað frá, verður kunngjørd í dag.
At Mogens Jensen leggur frá sær er beinleiðis úrslit av nógvu atfinningunum, sum hava heglað yvir ráðið og stjórnina eftir at boðini komu um at slátrar allar minkar í Danmark, og tá tað vísti seg, at stjórnin ikki hevði neyðugu heimildirnar.
Ein avgerð, sum stjórnin tók 3. november fyri at sleppa undan mutatión av koronuvirus í minkum, sum í ringast føri kundi gera, at komandi koppsetingin ikki fór at virka nóg væl.
Um vikuskiftið kom stjórnin eftir, at tað ikki var heimild í lógini at fremja avlívinginia av minkunum.
Síðani hevur verið ógreitt, hvønn leiklut Mogens Jensen hevur havt í málinum, sum hann fleiri ferðir hevur verið kallaður í samráð fyri.
Tríggjar frágreiðingar eru ávegis í dag um umstrídda mink-málið:
– Ein frágreiðing sum sjálva lógarheimildina, sum Matvørumálaráðið hevur gjørt.
– Ein frágreiðing um alla tilgongdina um mink-smittuna, sum røkkur fleiri mánaðir aftur, sum eisini er gjørd av Matvørumálaráðnum.
– Og at enda ein heilsulig frágreiðing, sum Heilsu- og Eldramálaráðið hevur gjørt.
Mogens Jensen skrivar nú á Facebook, at ráð hansara gjørdi feilir í mink-málinum, tá stjórnin uttan lógarheimild boðaði frá, at allir minkar í Danmark skuldu drepast.