Leygarkvøldið gera Moirae og Ársins songrødd innrás í ítróttarhøllini á Kambsdali, og lagt er upp til eitt rimmarkvøld, við metstórum av sangluttakarum og einum av besti føroysku rockbólkunum á pallinum.
Ársins songrødd gongur nú móti endanum, tí kappingin á Kambsdali er tað seinasta innleiðandi umfarið í ár.
Og undirtøkan til hetta seinasta umfarið er eisini metstórt, tí lagt er upp til at ikki færri enn 10 umfør verða, har ein ella fleiri sangarar fara at royna seg á pallinum í senn.
Einki innleiðandi umfar var hesaferð í Klaksvík, men á Kambsdali verða luttakarar bæði úr Klaksvík og Havn við eisini.
Tað fer at henda nógv í ítróttarhøllini á Kambsdali hetta kvøldið, tí umframt sangkappingina, fer rockbólkurin Moirae eisini at spæla, og teir plaga at savna nógv fólk tá teir spæla á Kambsdali.
Eisini verður stórt diskotek, og tá tiltakið varðar frá klokkan 23.00 til 04.00 er greitt, at tað fer allatíðina at henda okkurt á pallinum.
Higartil hava fimm luttakarar vunnið sær pláss í finaluni í songrøddkappingini, sum verður í Havn leygarkvøldið 13. desember. Tveir luttakarar eru úr Vágunum, ein úr Suðuroy, ein av Sandoy og ein úr Havn. Seinastu tveir luttakararnir skulu so finnast í kappingini á Kambsdali leygarkvøldið.