NOREG
Tað gongur strúkandi hjá Molde. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Stabæk. Gestirnir hava nógvu tær seinastu ferðirnar megnað at fingið stig við til hús úr Molde, men hesa ferð eydnaðist tað ikki. Eftir eitt javnt og tætt fyrra umfar, var munurin størri í 2. hálvleiki. Heimaliðið var omaná, og teir skoraðu sigursmálið í 63. minutti.
Jákup Mikkelsen var heldur ikki á liðnum hesa ferð. Mitt í síðstu viku spældi Molde í 2. umfari í steypakappingini. Teir vunnu sannførandi stórsigur, men heldur ikki ta ferðina fekk Jákup Mikkelsen møguleikan. Tað má kennast sera óhugaligt.
Lyn er framvegis oddalið. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Odd Grenland úr Skien, og har var einki at rafla um. Heimaliðið vann sannførandi 3?0 sigur. Hóast teir taptu stórt, so eru teir úr Skien framvegis á triðja plássi, men munurin aftur til Rosenborg, sum er á fjórða plássi, minkaði.
Rosenborg hevur hvørki víst sannførandi spæl ella havt sannførandi úrtøku fyrsta partin av hesum kappingarárinum. Hesa ferð var kortini eingin ivi. Í Tróndheimi høvdu teir vitjan av gamla føroyska liðnum, Sogndal, sum varð sent til hús við 3?0 tapi.
Hjá Start í Kristiansand gongst tað syndarliga. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Vålerenga, sum fór aftur til Oslo við øllum stigunum. Og tað skal valdast útisigur. Vålerenga vann 7?2, og Start er uppaftur meiri aftast, enn teir vóru undan vikuskiftinum. Hesa ferð mistu teir málverjan, sum sá reytt.
Lillestrøm var undan kappingarbyrjan roknað millum evnini til heiðurskrónur og NM, men tað hevur gingið sera illa hjá LSK. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Brann Bergen. Serliga í 2. hálvleiki hevði heimaliðið alt spælið, men teir fingu ikki mál, og so fóru gestirnir aftur til Bergen við øllum stigunum. Brann vann 1?0.
Moss hevði vitjan av Bodø/Glimt, sum fór longu leiðina norður aftur við 1?0 tapi í viðførinum, og Bryne og Viking spældu 3?3.
Komandi vikuskifti verður spælt soleiðis: Leygardagin spæla Odd Grenland og Lillestrøm. Sunnudagin: Bodø/Glimt?Start, Sogndal?Molde, Stabæk?Moss, Viking?Lyn og Vålerenga?Bryne.