Moldvørpa við missión

Meðan mong hava hug at argast, hevur týðarin Niels Jakup Thomsen ikki sørt av virðing fyri moldvørpuni í bókin Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær

 


Herfyri kom nógv umrødda kultbókin Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær eftir týska Werner Holzwarth út á føroyskum.

Rættilig kjak stóðst um bókina, longu tá hon kom út á fyrsta sinni í 1989. Og sjálvt um bókin síðani er týdd til 28 mál og seld í meir enn trimum millónum eintøkum, eru tey framvegis mong, ið halda hana vera bæði ómoralska og ósømiliga at lesa fyri børnum.

So hví hevur Niels Jakup Thomsen valt at týða slíkar ósømiligheitir til føroyskt?

- Fyrst og fremst tí eg haldi hetta vera eina herliga bók, sum eg havi ætlað mær at týtt leingi. Moldvørpan er kanska eitt sindur forherað, men ómoralska haldi eg ikki, tú kanst kalla hana, sigur hann.


Kukkakanning

Søgan snýr seg í stuttum um lítlu moldvørpina, sum fær ein kukk beint í høvdið, ein morgunin, hon stingur snýðið upp úr holuni. Fúkandi ill og við kukkinum á høvdinum fer hon út at finna syndaran. Hon spyr seg fyri hjá ymsum djórum, og fyri at kanna eftir, um tey siga satt, fær moldvørpan tey at sleppa einum kukki, so hon sjálv kann samanbera.

Tá moldvørpan umsíðir finnur út av, hvør tann seki er, ger hon ikki mætari enn at sleppa einum kukki beint í høvdið á beistinum. Glað og sera væl nøgd við seg sjálva fer moldvørpan heim aftur í holuna, og soleiðis endar søgan. Og tað er júst hetta seinasta, sum hevur fingið øði í mong foreldur, tí hvørjum líkist tað, geva børnum fatan av, at tú verður glaður av at hevna teg?

Niels Jákup Thomsen hevur hug at flenna.

- Jú, men moldvørpan kennir seg jú órættvíst viðfarna, og tað finnur hon seg ikki í. Uppá tann mátan er hetta heldur ein rættiliga moralsk bók. Moldvørpan torir at reagera, og hon helmar ikki, fyrr enn hon er komin á mál. Og tað má sigast at vera ein rættiliga góður eginleiki at hava, heldur týðarin.


Klaskidiklask!

Men tað er ikki bara atburðurin hjá moldvørpuni, sum argar. Eisini er tað fallið mongum lesarara fyri bróstið, at bókin snýr seg um - ja, kukkar og gudhjálpi mær eisini, hvussu teir ljóða. "Ratatata" sigur tað, tá haran ger nakrar sparlar burturav sær og "klaskidiklask!", so hevur geitin slept einum stórum einum beint fyri nøsina á moldvørpuni. Onki av hesum stendur í Móðurmálsorðabókini, so týðarin varð noyddur at gera eitt ávíst kanningararbeiði fyri at raka rætta orðið - ella skulu vit siga rætta ljóðið.

- Eg fór runt her á Bókadeildini at fregnast eftir ymsum meiningum um, hvussu hesir kukkarnir kanska ljóða. Vit eru so heppin at hava ein lívfrøðing millum starvsfólkini, so har fingu vit eisini eina fakliga meting av málinum, so samanumtikið haldi eg vit hava rakað rættiligt beint, smílist Niels Jákup Thomsen og avdúkar eitt lítið loyndarmál.

- Einaferð var talan um at brúka orðið "skitið" heldur enn "kukkað", men eftir mínum tykki hevði tað gjørt bókina eitt sindur ólekra. Og tað er nettup tað, hon ikki er. Tað geniala við hesi bókini er júst handan fína javnvágin millum tað primitiva og tað sofistikeraða, sum ongantíð koppar, sigur Niels Jákup Thomen.


Undirgravandi virksemi

Og uttan iva hevur hann rætt, tí mongu royndirnar at endurtaka suksesina við 'kukkibókini' hava ikki hepnast serliga væl. Niels Jákup Thomsen greiðir frá, at hann á eini altjóða bókamessu herfyri fekk tvær líknandi enskar og franskar bøkur upp í hondina.

- Hvørgin av teimum kom upp á øklarnar á Moldvørpuni, og í báðum førum var tað, tí tær fóru út hatta markið og tí blivu meir at kalla vulgerar, sigur hann.

Eftir hansara tykki eru tað ikki minst frálíku tekningarnar hjá Wolf Erlbruch sum gera moldvøpuna til nakað heilt serligt. Sum hon fer síni týðandi ørindi í sínum smáu, svørtu lakkskóm og evarsklítlu brillum, tí hon er so nærsýnt, er tað ringt ikki at blíva góður við hana og gerast argur hennara vegna, heldur hann.

Men summi halda also framvegis at hennara virksemi er í so undirgravandi. Og kanska eru tað tey somu fólkini, sum hata moldvørpur, tí tær gera irriterandi brúnar plettir í teirra snotiligu glansbílæta grasplenur ...


Mynd: Niels Jákup

- Moldvørpan finnur seg ikki í at verða órættvíst viðfarna, og tað má sigast at vera ein sera góður eginleiki at hava, heldur Niels Jákup Thomsen, sum hevur týtt bókina "Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær" til føroyskt


Mynd: Bladsíða

"Kjums" sigur tað, tá grísurin sleppur einum kukki, so moldvørpan kann kanna, um hann líkist kukkinum, hon fekk í høvdið