Mood(g)ys

Aftursvar til Bárð Nielsen!

Viðv. viðmerkingum til altjóða ratingsstovn Moodys og okkara støðu í ríkisfelagsskapi.

Ført verður fram, at vit samb. Moodys eru betri fyri, hava størri kredittvirði í ríkisfelagsskapi og tískil fáa lánt til lægri rentu.

Jú gamaní! Renta á lánum lækkar í takt við trygdina hjá lánveitara at fáa peningin aftur, og jú størri og sterkari lántakarin er, tess lægri rentu.

Minnir meg á tíðina í áttatiárunum, tá peningastovnar royndu at fáa húsakeyparar og lántakarar at stilla meiri trygd ella meira eginpening, enn tey megnaðu sjálvi. Foreldur borgaðu ella settu síni hús í veð sum trygd fyri skuld hjá børnum.

Umframt keðiligar støður og sjálvsagdar tvístøður millum børn, foreldur og møguliga onnur børn/systkin, var hesin lánsháttur eisini virkandi fyri, at betra um húsakeypiorkuna, við tí úrsliti, at húsaprísir bara hækkaðu og hækkaðu. Hvør vann? Fíggjarstovnurin! ............tí sjálvsagt fekk hann hægri rentu- og provisiónsinntøkur av hægri húsaprísi.

Og hvussu hugaligt tað var/er at gjalda skuldina aftur, kunnu vit bara meta um.

Trygd er gott at hava, men sigur einki um evni og vilja at gjalda!

Og tað er hetta vit skulu fyrihalda okkum til. Vit skulu sjálvi gera Føroya land ‘kredittverdugt’!

Vit skulu hava vilja og evni at gjalda!

Vera framsøkjandi og visionær og ikki bara sita upp afturá og kalkulera við, hvussu vit kunnu sleppa lættari.

Ríkisfelagsskapurin er ein sovipúta, sum rurar okkara raska fólk í svøvn.

Vit skulu stýra, so vit fáa sunnu samfelagshjólini at mala.

Vit skulu hava býtið millum almennar og privatar uppgávur frá 75/25 til EU tøl - 60/40.

Og fáa ta øðrvísi tilgongd til vinnu og meirúrtøku – sum er, tá talan er um privat, heldur enn alment.

Vit skulu fjálga um og fáa størri rættindi til náttúruríkidømi.

Vit skulu skapa karmar og skipa vinnu sum elur fram dugnaligt, skapandi, ábyrgdarfult og viljasterkt fólk.

Eitt tíðarhóskandi samfelag, har framtíðin er okkara!

Tá standa fíggjarstovnar í kø fyri at lána okkum pengar – eisini til lága rentu.