Ólavur í Beiti
Katrin Dahl Jakobsen, løgtingslimur Javnaðarfloksins, hevur spurt Helenu Dam á Neystabø, almanna- og heilsumálaráðharra, um hon hevur sett sær nøkur mál viðvíkjandi íbúðarmøguleikum hjá brekaðum, sum hon vil náa, tað, ið eftir er av valskeiðinum? Um so er, at ein ítøkilig og munagóð ætlan er á veg, hvussu kundi hon hugsandi sæð út? At enda spyr katrin Dahl Jakobsen, um landsstýrismaðurin heldur at ábyrgdin fyri hesum samfelagsbólki er nóg væl tryggjað, tá ið tað ræður um rættindi á sosiala og bústaðarliga økinum?
Í viðmerkingunum greiður spyrjarin frá, at tíðliga á heysti 1998 fór ein arbeiðsbólkur undir at greina út bústaðarviðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum. Við í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Tórshavnar Kommunu, Klaksvíkar Kommunu, Føroya Pedagogfelag, Serstovnadeildina, Meginfelag teirra brekaðu og Javna.
17 bútilboð
? Álit varð greitt úr hondum 10. apríl 2000. Við hesum hava vit fingið lýst støðuna, sum hon er í dag, somuleiðis sum hugleitt verður um, hvussu farast kann fram at bøta um viðurskiftini hjá teimum, sum hóast tak yvir høvdið, í veruleikanum mugu sigast at vera heimleys.
? Ein av niðurstøðunum í álitinum sigur, at ábendingar eru um, at neyðugt er at fáa til vega minst 17 bútilboð beinanvegin og eini 80 tey komandi 10 árini. Umframt hesi 17, sum Javni vísir á, eru 25 á Psykiatrisku deild, sum eisini áttu at komið undir bráðfeingistørv, umframt tey, sum ganga fyri vág og vind. Á deildini fyri tey dementu eru 10, sum heldur áttu at verið á hóskandi røktarheimi, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Skáka sær undan
? Tað er einki yvir at dylja, at her er talan um ein samfelagsbólk, sum ikki fær tær sømdir, sum øll onnur taka fyri givið, eftirsum flestu okkara sjálvi eru før fyri at syrgja fyri tí. Okkara fremsta mál má vera at geva øllum borgarum somu møguleikar. Stórur munur er eisini á, hvussu ymisk brekað verða viðfarin. Tey hepnu fáa so dánt sín tørv nøktaðan og onnur als ikki.
? Er tað so, at skiftandi landsstýrismenn skáka sær undan ábyrgd viðvíkjandi rættinum hjá hesum bólkinum til hóskandi bústað, arbeiði, uppvenjing ella viðgerð, er neyðugt, at hesin rættur verður staðfestur við lóg. Forsorgarlógin gevur myndugleikunum møguleikar, tá tað snýr seg um bústaðir, men staðfestir helst ikki ábyrgd og skyldu í nóg stóran mun, havi eg skilt hana rætt. Syrgiliga støðan, ber helst boð um, at moralska skyldan røkkur ikki nóg langt, sigur Katrin Dahl Jakobsen at enda í viðmerkingunum.