Morð, vanlukkur og Sea Shepherd

in.fo greinarnar um harðskap, óhapp, morð og Sea Shepherd vóru tær, sum fangaðu flest føroyingar í 2014.

Tíðindaflutningurin hjá føroysku fjølmiðlunum er bundin at rúma fjølbroyttum tilfari, og in.fo er einki undantak. Alt frá ítrótti til politikk og popp verður dúgliga skrivað um her á síðuni. Tó er greitt, at lesararnir hava serligan áhuga at lesa tær meira skelkandi søgurnar.

 

Fyri 2014, snúgva tíggju tær mest lisnu søgurnar seg um antin skakandi tilburðir ella hvalaverju felagsskapin, Sea Shepherd, sum gjørdi innrás í Føroyum í summar. Serliga er tað morðið í Hvalba, sum hevur verið nógv lisið, við fýra søgum millum tíggju tær mest lisnu.

 

Tíggju tær mest lisnu

  1. Fór við nógvari ferð ímillum tvey hús 
  2. Dripin í morgunballi í Hvalba
  3. Stakk mannin tríggjar ferðir í hálsin
  4. Ferðsluvanlukka á Argjum í nátt kravt mannalív
  5. Sea Shepherd stjala
  6. Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba
  7. Skeiv boð kostaðu Herman lívið
  8. Kiptur fyri gronini á Sea Shepherd
  9. Starvsfelagar mintust Hjalmar Holm
  10. Sea Shepherd bað politiið um hjálp