Morgan framsýning í Tivoli

Í sambandi við at 100 ár eru liðin síðan enska bilverksmiðjan Morgan Motor Company varð stovnað í 1909, verður ein stór Morgan framsýning í Tivoli í Keypmannahavn sunnudagin 14. juni.

Framsýningin í Tivoli byrjar sunnudagin kl. 10.30 og verður til umleið kl 17. Á framsýningini eru øll modellini hjá Morgan. Heilt frá teimum fyrstu við trimum hjólum til teir nýggjastu superbilarnar við V6 og V8 motorum.


Samstundis verður tað fyrstu ferð at jubileumsbilurin Morgan Aeromax alment verður sýndur fram í Danmark, har ein Aeromax kostar 2,4 milliónir krónur. Aeromax hevur ein 4,8 litra V8 motor frá BMW við 367 hk og toppferðin er 275 km/t. Tað verða einans gjørdir 100 Aeromax, sum allir eru seldir.


Tað eru Morgan-Club Danmark og Dansk Veteranbil Klub, sum standa fyri framsýningini í Tivoli.


Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið koma millum 16 og 18 Morgan til Føroyar í september.