Í morgin kann alt henda

Portørarnir í Heilsuverkinum seta nú hart ímóti hørðum. Ein stórur meiriluti av portørunum hótta við at leggja arbeiðið niður, fáa teir ikki sín vilja og um eitt samdøgur fer okkurt at henda

Fyrrapartin í morgun var mótmælisgonga í Havn.

Tað eru portørar í føroyska heilsuverkinum, sum í morgun gjørdu vart við sína ónøgd.

Og ónøgdin er so stór, at fáa teir ikki sín vilja, hava teir hótt við at leggja arbeiðið niður.

Portørarnir í heilsuverkinum ganga í tvíningum eftir at ein stórur meiriluti av teimum rýmdi úr Havnar Arbeiðsmannafelag og meldaði seg inn í Starvsmannafelagið.

Men Havnar Arbeiðsmannafelag er ikki sinnað at geva samráðingarrættin frá sær og lata Starvsmannafelagið samráðast um nýggjan sáttmála fyri portørarnar.

Tí boðaði Starvsmannafelagið herfyri frá, at fær felagið ikki samráðingarrættin, tá ið nýggjur sáttmáli skal gerast, fara teir portørar, sum eru limir í starvsmannafelagnum, at leggja arbeiðið niður.

- Nú hava vit frætt, at fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag eru farin at samráðast um nýggjan sáttmála fyri allar portørarnar, eisini teir, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, sigur Ásbjørn Knudsen, sum er talsmaður hjá portørunum í Starvsmannafelagnum.

Sostatt nærkast alsamt einum arbeiðssteðgi í heilsuverkinum, har stórur parti av portørunum fara at leggja arbeiðið niður.

Hann sigur, at av teimum umleið 50 portørunum í landinum, eru yvir 40 farnir í Starvsmannafelagið.

Tí høvdu portørarnir í Starvsmannafelagnum fund í gjárkvøldið og har varð avrátt at fara mótmælisgongu fyrrapartin í morgun.

- Men tað vera bara teir portørar, sum hava frí, sum fara í mótmælisgongu, tí hetta er eitt tiltak, sum borgarin onki skal merkja til, sigur talsmaðurin.

Í morgun fóru yvir 20 portørar í fullari mundering í mótmælisgongu í Løgtingið, har teir hittu Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna-og heilsumálum. Men av tí, at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, sum umsitur sáttmálan, er burturstaddur, hittu teir ístaðin eisini Kaj Leo Johannesen, formann í Sambandsflokkinum.

Hann sigur, at endamálið við tiltakinum er at gera politikararnar varugar við, hvør avleiðingin kann vera, sleppur Starvsmannafelagið ikki at samráðast um sáttmálan.

Her sipar hann til hóttanina um arbeiðssteðg.

- Men tað er ein støða, sum vit fyri alt í verðini vilja sleppa undan og tí vildu vit fáa politikararnar á tal, sigur hann.


Bíða eitt samdøgur

Ásbjørn Knudsen sigur, at nú er skriðan lopin og portørarnir, sum eru farnir í Starvsmannafelagnum, ætla nú at ganga plankan út.

- Støðan er tann, at Fíggjarmálaráðið vil ikki tosa við okkum og tí er vandi fyri, at tiltøk verða sett í verk.

Hann sigur, at tí fara portørarnir um eitt samdøgur at taka støðu til, hvørji stig skulu takast og tað kann hann ikki siga nakað ítøkiligt um enn.

-Um eitt samdøgur fer okkurt at henda, men hvat tað verður, ber ikki til at siga nakað um enn.

Men hann leggur dent á, at nú verður ikki bakkað, tí nú skal málið hava eina loysn, so at fíggjarmálaráðið virðir tað, sum hann kallar “fólkaræðiligu rættindini hjá tí stóra meirilutanum av portørunum, sum eru farnir í Starvsmannafelagnum”.

- Nú er onki at raffla um longur, leggur hann afturat. 

Les eisini greinina: Verða stevnd við brestin.