Í morgin verður aftur tíðindafundur

Tað verður kunnað um, hvussu sjúkhúsverkið verður latið upp

Samfelagið fer so við og við upp í ferð aftur. Í morgin fær almenningurin meira at vita um, hvussu Sjúkhúsverk Føroya fer at lata upp aftur aftaná fleiri vikur, har sjúkhúsverkið hevur verið merkt av korona-støðuni.

Føroya landsstýri hevur boðið fjølmiðlafólkum til tíðindafund klokkan 15.00 í morgin í Kringvarpinum. Tíðindafundurin verður sum vant stroymdur, so til ber at fylgja við beinleiðis.

Hvør verður til staðar á fundinum verður ikki upplýst, men tað verða allar helst Heilsumálaráðharrin, Kaj Leo Holm Johannesen, og umboð fyri sjúkhúsverkið.