Enn eitt skip er skrásett í FAS. Tað er farmaskipið Mornes, ið Sp/f Thun hevur skrásett í føroysku altjóða skipaskránni. Skipið er smíðað í 1991 og fær eins og hini skipini hjá felagnum heimstað í Tórshavn.
Mornes er 5.385,00 bruttotons til støddar, er 110 metrar langur og 15 metrar breiður.
Sp/f Thun eigur frammundan trý onnur skip í FAS. Tey eru Sunnanhav, Kalkvik og Naven.
Tað er www.skipini.fo sum bera hesi tíðindi.