Morten Olsen, venjari hjá danska landsliðnum, og Peter Rudbæk, venjari í fremstu røð í mong ár, vóru í Gundadali, har har teir saman við besta HB liðnum stóðu fyri venjingini. Morten Olsen vandi spælistíl, og Peter Rudbæk kunnaði um útbúgvingina fyri pro-venjarar. - Hóast systemini kundu tykjast eitt sindur innviklað í byrjanini, so gekk tað fínt. Hetta er venjingarhættir, ið kunnu brúkast í breiddarfótbólti, men eisini á úrmælingastøði. Eg brúki tað sjálvur í sambandi við venjingina hjá A-landsliðnum, segði Morten Olsen við FSF-heimasíðuna eftir venjingarnar.