Danski U21-landsliðsvenjarin, Morten Wieghorst, er á fyrsta sinni í Føroyum. Eins og flestu ferðafólkini sigur hann seg vera bergtiknan av vakra landslagnum, men eisini er hann bergtikin av føroyskum ítrótti.
– Sum ítróttartjóð eri eg ovfarin av Føroyum. Eisini her á U21-fótbóltsstøði. Ja, tit hava fingið nøkur tap, men tit hava eisini fingið nakrar góðar javnleikir her á heimavølli, og eg meti, at tað eiga tit allan heiður fyri og vit hava stóra virðing fyri hesum, sigur Morten Wieghorst, sum hevur roynt seg fyrr ímóti hesum føroyska liðnum. Tá vunnu teir 4-0 í Aalborg.
– Vit vóru spælstýrandi og komu á odda 2-0, tá ið Føroyar fingu brotsspark, sum Kristian Fæste bjargaði. Tað kundi verið gingið øðrvísi hjá okkum, men eg haldi, at sigurin var í lagi, sigur Morten.
Hann leggur dent á, at Føroyar als ikki skulu undirmetast sum mótstøðulið.
– Føroyar er eitt trupult mótstøðulið. Teir vita, at teir eru teir lítlu, sum spæla ímóti stórabeiggja. Teir berjast væl. Tað sóu vit síðsta ár, hóast vit vunnu dystin 4-0. Um vit taka nakað fyri givið, so verður tað trupult hjá okkum, sigur Morten Wieghorst við heimasíðuna hjá danska fótbóltssambandinum.