Motherwell hevur eina greiða favorittstøðu móti HB

Her eru oddsini upp á dystin HB-Motherwell

Samansett mynd: Motherwell FC

Í kvøld klokkan 18 spæla HB og skotska liðið, Motherwell FC seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður leiktur á Tórsvølli.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Motherwell vann 2-0 í fyrra dystinum á Fir Park leikvøllinum. 

 

Tá liðini hittust í UEFA Cup undankappingini í 1994 vann Motherwell 3-0 á heimavølli og 4-1 á Svangaskarði á Toftum. 

 

Hóast HB - sambært bólt.fo - ikki hevur tapt ein heimadyst í Evropa síðani 2016, so hevur Motherwell eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 5,00 og 6,25.

 

Oddsini upp á javnleik, ið sendir Motherwell víðari í kappingini liggja millum 3,70 og 4,20. 

 

Oddsini upp á útisigur til Motherwell liggja millum 1,47 og 1,59. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Samansett mynd: Motherwell FC