Bilsýn kunnu koma aftur í Grønlandi eftir 27 ár

Grønlendskir bileigarar kunnu skjótt aftur verða bidnir um at fáa bilarnar sýnaðar. Nýggjar reglur um bilsýn eru nevniliga á veg.

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

 

Danska Ferðslustýrið hevur sent eitt uppskot til nýggjar reglur til hoyringar. Sambært uppskotinum skulu motorakfør framyvir sýnast á eftirlitsstøðum við vegirnar, har sýnsfólk frá Ferðslustýrinum fara at kanna bilarnar.

 

Væntað verður, at nýggja skipanin kemur í gildi um ársskiftið.

 

Arbeitt hevur verið við málinum í fleiri ár. Í 2025 gjørdu danski samferðslumálaráðharrin og grønlendski landsstýrismaðurin fyri bústaðir, undirstøðukervi og útjaðaraøki avtalu um at fáa eina skipan upp at standa.

 

Longu í 2022 vóru grønlendskir og danskir myndugleikar samdir um, at tørvur var á regluligum bilsýni.

 

Síðst bilsýn varð framt í Grønlandi var í 1999, tá starvsfólk úr táverandi Statens Bilinspektion ferðaðust kring landið og sýnaðu bilar.

 

Síðani hava fleiri royndir verið gjørdar at fáa eina nýggja skipan í lag. Millum annað fall eitt lógaruppskot í 2012 burtur eftir mótmæli frá vinnulívinum.

 

Í uppskotinum verður ikki ásett, hvussu ofta bilarnir skulu sýnast. Í Føroyum og í Danmark verða vanligir persónbilar sýnaðir fyrstu ferð eftir fýra ár og síðani annaðhvørt ár.

 

Hóast einki regluligt bilsýn hevur verið í Grønlandi síðani 1999, hevur løgreglan sambært grønlendsku ferðslulógini framvegis havt heimild til at kanna, um bilar eru í forsvarligum standi.