Í kvøld varð punktum sett fyri luttøkuni hjá HB í europeisku kappingini á hesum sinni.
Í síðstu viku vann Motherwell 2-0 á heimavølli, og í HB var vónin, at tað skuldi eydnast at skora fyrsta málið á Tórsvølli í kvøld, og at tað harvið skuldi verða spenningur um samantalda úrslitið.
Soleiðis bleiv tað ikki. Motherwell skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin øktu gestirnir um leiðsluna. Motherwell vann 3-0 í kvøld og samantalt 5-0.
Harvið er leikluturin hjá HB í UEFA Conference League av á hesum sinni. Nú snýr tað seg um hjá Lukasz Cieslewicz og hansara monnum at arbeiða fyri at vinna atgongumerki at vera við í europeisku kappingini um eitt ár.
Í løtuni er HB á fimta plássi, og um tað skal eydnast at vinna rættin at spæla í Europa um eitt ár, so verður tað neyðugt at vinna fjórða plássið og kanska eisini triðja plássið.
Í kvøld gekk tað illa hjá HB at vinna málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Tá løgdu gestirnir seg á odda við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og átta minuttir undan steðginum varð 2-0.
Í seinna hálvleiki spældi HB seg fram til tríggjar góðar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Fimm minuttir eftir steðgin økti Motherwell um leiðsluna til 3-0, og gestirnir høvdu fleiri aðrar góðar málmøguleikar. At tað ikki fóru fleiri mál ígjøgnum komst av, at Bjarti Vitalis Mørk var sera stinnur millum HB stólparnar.
Næsti dysturin hjá HB verður mánadagin klokkn 17.15, tá ið oddaliðið NSÍ verður gestur í Gundadali.











