Skotska Premier League felagið hjá Gunnari Nielsen, Motherwell FC, hevur í skundi leigað Dan Twardzik. Lee Hollis og Gunnar Nielsen, sum annars kappast um plássið millum stengurnar eru báðir skaddir.
Lee Hollis hevur verið skaddur í eina tíð, meðan Gunnar Nielsen fekk trupulleikar við lærinum í dystinum móti Celtic fyri eini viku síðan. Tí hevur felagið valt at leiga Dan Twardzik, sum til dagligt spælir við Dundee.
Venjarin hjá Motherwell, Stuart McCall, sigur við heimsíðuna hjá felagnum, at verður Gunnar Nielsen tøkur, so spælir hann.
- Gunnar Nielsen ger framstig hvønn dag, og vit geva honum allar møguleikar at blíva kláran. Í ringasta føri, so hava vit tveir tøkar málmenn til dystin, sigur Stuart McCall við BBC.
Motherwell skal leygardagin spæla móti Ross County á útivølli.