Ert tú kvinna og tú íðkar regluliga - antin tað er í eini venjingarstøð ella við hørðum arbeiði - minkar vandin fyri, at tú fært krabbamein í eggjastokkarnar rættiliga nógv.
Hetta er ein av niðurstøðunum í eini stórari danskari heilsukanning, har 28.000 kvinnur og menn eru spurd.
Eru kvinnur likamliga aktivar fýra tímar ella meira um vikuna, soleiðis at tær gerast pøstar, minkar vandin fyri, at tær verða raktar av krabbameini í eggjastokkunum, við 70 prosentum.
Sama í Kanada
Kanadiskir granskarar eru komnir til somu niðurstøðu.
Har vórðu kannaðar 442 kvinnur, sum høvdu krabbamein í eggjastokkunum og 2.135 kvinnur, sum ikki vóru sjúkar - í aldrinum 20 til 76 ár.
Eisini her vísti tað seg, at vandin fyri at fáa krabbamein í eggjastokkunum minkar munandi hjá kvinnum, sum javnan íðka motión.
Ymiskar orsøkir
Granskarar hava fleiri frágreiðingar sum kunnu grundgeva, hví motión minkar um vandan fyri krabbameini.
Partvís minkar motión um nøgdina av kvinnuliga kynshormoninum østrogen, og partvís eru kvinnur, sum eru likamliga aktivar, í minni vanda fyri at gerast ov tungar, sum aftur kann veksa um vandan fyri krabba í eggjastokkunum.
Kelda: iform.dk