Mótmæli ímóti staðsetan av vindmyllum á Sandi

Sandoyggin er í síni heild lág. Hægsta fjallið er Tindur, ið er 479 metrar til hæddar.

Landslagið heimanfyri Hálsavøtnini og líka í Flogið við Salthøvda er slætt, ongir hamrar, ongar skorðar, onki sum ber uppfyri víða horisontin, ja at koma heim um Økslina er sum at síggja inn í lovaða landið.

 

Her er frítt, her er vítt til veggja, her er eitt yðjandi lív av alskyns fugli, og eitt so vakurt og friðsælt landslag, sum onga aðrastaðni her á landi, um nakrastaðni í heiminum.

 

Fyri eystan Sandsbygd er Traðarhamar, longsti hamari í Føroyum sum er um 6 km langur.

 

Longri uppi reisa reystu Skorðarnar seg sum ein verjugarður ímóti eystri, Skorðarnar eru góðar 400 metrar til hæddar, umleið helvtina til hæddar av fjøllunum norðuri á landi.

 

Á Sandi eru elstu leivdirnar eftir búseting í Føroyum funnar, yviri á Sondum. Tvs at Sandsbygd er fyrndarstaður, so leingi fólk hevur búleikast her á landi, hevur búseting verið á Sandi.

 

Sandsbygd hevur tí eina sera stolta søgu at siga frá.

 

Her hevur verið jarðarbrúk frá áraldstíðum, fuglabjørgini fyri vestan hava verið álitið saman við grindini ið er komin uppá sandin, sum er ein av bestu hvalvágum í landinum.

 

Her hava fólk og náttúra liva hond í hond, náttúran hevur givið mettuna, bæði likamliga og andliga, og náttúran hevur kravt sítt afturfyri, sum sæst á minnisvarðum og ritum ið bera søgur um vanlukkuhendingar sum hava kravt, ja, í hundradavís av lívum ígjøgnum tíðirnar fram til hendan dag.

 

Tað sigur seg sjálvt at vit sum liva og virka her, kenna søgu og lív forfedra okkara, hava sterkar kenslur fyri hesum vælsignaða staði undir Guðs himni.

 

Tí hava eisini størsti parturin av sandingum yvir 18 ár skrivað undir mótmælisskrivið, ið handað varð landsstýrinum við yvir 1000 undirskriftum.

 

Allur hesin vakurleikin, øll hendan friðsælan, alt sum stendur óspilt, stendur nú fyri hóttafalli.

 

Fyri eystan ætlar man í ramasta álvara at 2-3000 bilar dagliga skulu koyra framvið hesum staði, ella ígjøgnum hendan stað, og fyri vestan ætlar man at seta upp vindmyllur, ið eru sum fjøll til hæddar. Ætlanin er at seta vindmyllurnar uppi í 300 metra hædd, vindmyllur sum eru 170 metrar høgar, og tí røkka líka nógvum hæddarmetrum sum hægsta fjallið í oynni, Tindur. Vindmyllurnar verða omanfyri allar aðrar fjallatoppar í oynni.

 

Bara hetta faktum eigur at steðga ætlaðu uppsetingini beinavegin.

 

Sands kommuna er uml 4800 hektarar í vídd, 96 merkur.

 

So kann man spyrja seg sjálvan; fólk sum hava ampa av vindmyllum, bæði í fagurfrøðiligum og øðrum høpi, hvar í kommununi sleppa hesi fólk undan at síggja uppá vindmyllur?

Svarið er, so at siga ongastaðni.

 

Staðsetingin av vindmyllunum gerð, at tað bara er heilt niðri við sjógv ímóti Skopunarfirði, eystantil í kommununi, at vindmyllurnar fara úr eygsjón innan kommunumark á Sandi. Óansæð um tú er norðuri við Hálsavøtnini, uppi á Skorðunum, uppi á Traðarhamri, uppi á Knúki, yviri í Søltuvík, úti á Salthøvda, úti í Sandarhaga, ella úti í Salthólma, koma hesi ljótu skrímslini at standa og mala fyri eygunum á einum.

 

Tí fara hesar vindmyllur fyri tíð og ævir at broyta fagurfrøðiligu myndina av Sandsbygd sum eitt frítt, opið og óspilt landslag.

 

Hesar vindmyllur koma ikki at bera nakað prýðuligt og gagnligt virði við sær til heimstað okkara, men í staðin koma tær at standa sum ein skendsil, ein skammplettur og ein døkkur varði yvir, hvussu illa vit føroyingar kunnu fara við fagurfrøðuligu virðum okkara.

 

Afturat hesum koma vindmyllurnar at standa sera nær einum av størstu fuglabjørgunum í Norðanlondum, Sandsbjørgunum, har lundi, lomvigi, álka og annar fuglur roynir at seta næsta ættarlið av fugli við, undir kørgum umstøðum.

 

Fuglurin hevur ikki brúk fyri einum fígginda afturat.

 

Vit heita tí á Yvirfriðingarnevndina um at gera okkum tann beina, at verja okkum og eftirkomarar okkara ímóti størstu skemdargerð ið er í umbúna ímóti okkum, síðani forfedrar okkara tóku land her fyri 1500 árum síðani.

 

Við vón um góðsemi

 

Jóanes Johannesen

Gunnar Bjarnasson

Róin Clementsen

Jóan Petur Clementsen

Jón Sigurdsson

Brandur Sandoy

Hallur Jensen

Eyðfinn Clementsen