Mótmæltu grindadrápi mitt í London

Springaradrápið hin 12. september hevur sum flestum kunnugt fingið øði í nógv fólk, og ágangurin frá aktivistum hevur verið stórur.

 

Í dag skipaði ein bólkur av fólki fyri einum mótmælistiltaki mitt í bretska høvuðsstaðnum London.

 

Framman fyri bretska tjóðsavnið National Gallery savnaðust eini 100 fólk við bannarum, myndum og fløggum, sum øll høvdu til endamáls at varpa ringt ljós á føroyska springaradrápið. "Boycot the Faroe Islands" og annað stóð at lesa á skeltum. Fleiri av fólkunum vóru í klæðum við Sea Shepherd búmerkinum á.

 

Mótstøðufólkini royna at ávirka bretsku stjórnina til at seta revsitiltøk í verk ímóti Føroyum - eitt nú mæla tey til at boykotta handilsavtalu við Føroyar. Tað hava aktivistarnir roynt leingi nú á sosialu miðlunum, men tað sær ikki út til at gera mun.

 

Mótmælistiltakið var ikki bara ætlað føroyska springaradrápinum, men eisini um veiðuna í Japan.

 

##med2##

 

##med3##