Motorsúkklir og nulloysn

Villads Bøgesvang
470 Eiði

1. januar í ár var avgjaldið fyri motorsúkklur sett niður. Hettar hevur havt nógv kjak við sær í fjølmiðlunum. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur eina nulloysn sum mál, also at eingin skal doyggja í ferðsluni og nevna teir nú møguleikan at seta eitt hægri aldursmark fyri at fáa koyrikort til motorsúkklu t. d. 25 ár.
Eg havi í hesum sambandi hug at nevna ymiskt, sum eg haldi kann hava størri týdning og sum eg haldi alt ov oftani verður gloymt - ella kanska skavað útyvir.

1. Um vit als ongar vanlukkur skulu hava, so noyðast vit at hava forboð fyri allari ferðslu. Hettar er sjálvsagt ikki gjørligt, og noyðast vit tí heldur at hugsa um, hvussu vit fáa so fáar vanlukkur sum gjørligt, og hvussu vit kunnu minka um skaðan tá ólukkan hóast alt hendir.

2. Tað er syrgiligt hvørjaferð ein vanlukka hendir, og eru vit tá skjót at hugsa um strangari lógir og kanska forboð - MEN tað er frammvegis ikki loyvt at koyra meira enn 80 km/t, at koyra ávirkaður av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum, at koyra motorsúkklu ella prutl uttan hjálm og ei heldur er loyvt at koyra uttan koyrikort. Tá ið deyðsvanlukkur henda her hjá okkum, er ofta eitt ella fleiri av hesum galdandi.

3. Bæði bilar og motorsúkklur í dag eru munandi tryggari enn fyri t. d. 10-15 árum síðani. Í dag hava vit ABS-bremsur, ASP (antispinn), Airbag, SIPS og hvat hesar skipanir annars eita. Avgjøldini vóru sett niður fyri at fáa tey gomlu ótryggu akførini út og nýggjari og betri inn. MEN alt hetta nyttar sjálvandi einki, um vit ikki nýta trygdarbelti, hjálm, trygdarklæði og vanligt vit og skil.

4. Ynski hjá okkum øllum er vælsaktans at fyribyrgja, at vaksin og børn fáa skaða í ferðsluni. Eg eri fullgreiður yvir, at løgreglan hevur sera avmarkaðar peningaupphæddir at arbeiða við og als ikki klárar at verða alla staðnis. Tískil er neyðugt at velja (prioritera). Tað er sjálvandi ikki loyvt at koyra meira enn 80 km/t i tunnlunum, men har eru eingi børn, vegirnir eru góðir og sýnið gott. Haraftur ímóti er sera umráðandi at koyrt verður varliga forbí skúlar/barnagarðar og í íbúðarøkjum - børn spæla alla staðnis!!! Eg meini, at tað hevði verið skilabetri at løgreglan fekk bremsað ferðsluni har og samstundis fekk steðgað øllum hesum prutlunum, sum koyra topptunaði til langt út á næturnar. Tey ungu sum koyra prutl eru til stóran ampa fyri bæði seg sjálvi og onnur (umframt at tey halda ein øgiligan gang, um tey eru tunaði).
Tey fólkini sum gera vegirnar og arbeiða frammvið vegunum mugu vit eisini ansa serliga væl eftir. MEN um vit skulu hava virðing fyri skeltunum (arbeiði, 60 km/t, 40 km/t), so mugu hesi skeltini flytast, tá arbeitt ikki verður - alt ov oftani verður hettar ikki gjørt.

5. Seyður. Eg ivist ikki í, at seyðurin er orsøk til nógvar ólukkur. Seyðurin má og skal vekk av vegunum. Í øðrum londum er tað eigarin sum hevur skyldu til at hava djórini innihegnaði, og hevur eigarin ábyrgdina um hettar ikki eydnast. Tað má eisini bera til her.

6. Bilverja manglar á einum stórum parti av vegunum. Hettar er sjálvandi sera kostnaðarmikið, men má hettar verða eitt mál, sum strembað verður ímóti, um vit skulu gera okkum vónir um at nærkast eini nulloysn.

7. Í grannalondunum hjá okkum er koyrikortið til motorsúkklu sundurgreinað. Vit kunnu eisini hava eina skipan, so tað t. d. í mesta lagi er loyvt at hava 35 hk til førarin er 25 ár.

Eg meini, at um vit skulu koma til eina góða loysn, so er neyðugt at vit øll gera okkara part av arbeiðinum
Vit eru oftani skjót at koma við uppskotum um, hvat onnur skulu gera, MEN hvat kunnu vit sjálvi gera?
Eg meini, at um vit hava virðing fyri og halda galdandi lógir - m. a. brúka hjálm, trygdarbelti, seta børnini í barnastól, halda ferðmarkið (tað er heldur ikki rætt at koyra 50-60 har 80 er loyvt) og annars brúka vanligt vit og skil, so er komið væl ávegis eini nulloysn.