Motorsúkklutúrur fyri kvinnur

Um nóg nógv tekna seg skipa CAPS Harley Davidson og Smyril Line fyri fyri einum vikuskiftistúri við flogfari til Danmarkar fríggjadagin 24. september. Túrurin er bert fyri kvinnur, sigur Ove Ritter frá CAPS HD.fo

Flogið verður úr Vágum fríggjadagin 24. september kl. 8.30 til Billund. Luttakararnir koma at búgva á Hotel Atlantic í miðbýnum í Århus.

Leygardagin skipa CAPS Harley Davidson fyri mótasýning, og luttakararnir kunnu royna seg á Harley Davidson motorsúkklum.

Kvinnurnar fáa møguleika at royndarkoyra tær ymisku Harley Davidson motorsúkklurnar. Tær sum ikki hava motorsúkklukoyrikort kunnu fáa frálæru á koyritekniskari breyt frá kvinnuligum koyrilærara.

Møguleiki verður eisini fyri royndarkoyring á Århus / Silkeborg leiðini, fyri tær sum hava koyrikort.

Allar fáa tær "lekkur" Harley Davidson klæðir at fara í og neyðugu trygdarútgerðina.

Sunnudagin verður m.a. vitjað á kunstsavninum AROS. Flogfarið setur seg í Vágum sunnudagin kl. 18.30.

Fyri at túrurin kann gerast veruleiki mugu í minsta lagi seks kvinnur tekna seg, tó ikki meira enn fimtan.

Túrurin kostar 2.920 krónur við flogbilettum og hotelli við morgunmati.

Endamálið við túrinum er at tær, sum koma við skulu hava tað stuttligt og hugna sær. Eisini verður góður møguleiki fyri at fara til handils í býnum.

Áhugaði kunnu tekna seg innan 9. september hjá Ova Ritterá telefon 210405 ella á teldupost adressuni: info@hd.fo. Aðrir upplýsingar um túrin og Harley Davidson eru at finna á: www.hd.fo