Um eina viku, hósdagin klokkan 17 skal NSÍ spæla fyrra dystin í 1. umfari í undankappingini í Europa Conference League kappingini móti finska liðnum, FC Honka.
Í fjør kappaðist FC Honka í evropeiskum fótbólti fyri fyrstu ferð í seks ár. Tá fingu teir bara tann eina undankappingardystin í Europa League kappingini móti AGF á útivølli. AGF vann ein greiðan 5-2 sigur.
FC Honka liggur í løtuni ikki væl fyri at vinna seg í Europa Conference League kappingina komandi ár.
Í teimum fyrstu 11 umførunum í bestu finsku fótbóltsdeildini hevur FC Honka tapt sjey dystir, spælt ein javnan, og hevur bara vunnið bara tríggjar dystir.
FC Honka er í løtuni nummar átta av teimum 12 liðunum í bestu finsku deildini við 10 stigum.
Tó hevur tað eydnast FC Honka at fáa fýra stig burturúr tveimum teimum seinastu dystunum. Ígjár spældu teir javnleik 1-1 á útivølli móti Haka.
FC Honka spælir ongan annan dyst áðrenn teir tóka móti NSÍ á heimavølli um eina viku.
Hóskvøldið 15. juli klokkan 18 verður returdysturin millum NSÍ og FC Honka á Svangaskarði á Toftum.