Tað gongur einki hjá José Mourinho og Tottenham í løtuni. Liðið tapti í dag 1-0 móti Southampton. Góða gongdin hjá Leicester og Watford heldur fram, tó at liðini eru í hvør sínum enda.
Nýggi venjarin hjá Tottenham er sjáldan langt vekk frá yvirskriftunum. Soleiðis var eisini í dag, tá Southampton á heimavølli vann 1-0 á Tottenham. José Mourinho fór yvir til bonkin hjá Southampton og tóktist sneyta í papírini hjá venjaratoyminum hjá Southampton. Tað fekk hann gult kort fyri.
Tað endaði við at Danny Ings og Southampton vunnu 1-0. Áleyparin skoraði einasta málið í dystinum. Miðlarnir samanbera málið við tiltikna málið hjá Paul Gascoigne fyri Onglandi móti Skotlandi í EM 1996.
##med2##
Southampton hevur, síðani liðið tapti 9-0 móti Leicester, vunnið 17 stig upp á 11 dystir, og tíggju av teimum upp á fýra teir seinastu dystirnar. Tottenham er á sætta plássi og verður helst uttan Harry Kane í eina tíð. Hann fór av vøllinum og tók seg til baklærið.
Leicester City vann 3-0 í Newcastle og er framvegis nummar tvey. Nógv bendir á, at Leicester í minsta lagi røkkur Champions League hetta kappingarárið, tí kappingarneytarnir missa stig. Í hinum endanum av stigatalvuni er Watford á veg fram. Liðið vann 2-1 á Wolverhampton í dag. Nú eru bara tvey stig upp til bjargingina.
Premier League 21. umfar:
Brighton – Chelsea 1-1
Burnley – Aston Villa 1-2
Newcastle – Leicester 0-3
Southampton – Tottenham 1-0
Watford – Wolverhampton 2-1
Manchester City – Everton (17.30)
Norwich – Crystal Palace (17.30)
West Ham – Bournemouth (17.30)
Arsenal – Manchester United (20.00)
Í morgin:
Liverpool – Sheffield United (20.00)
1 | Liverpool | 19 | 18 | 1 | 0 | 47:14 | 55 |
2 | Leicester | 21 | 14 | 3 | 4 | 46:19 | 45 |
3 | Man City | 20 | 13 | 2 | 5 | 54:23 | 41 |
4 | Chelsea | 21 | 11 | 3 | 7 | 36:29 | 36 |
5 | Man Utd | 20 | 8 | 7 | 5 | 32:23 | 31 |
6 | Tottenham | 21 | 8 | 6 | 7 | 36:30 | 30 |
7 | Wolves | 21 | 7 | 9 | 5 | 30:27 | 30 |
8 | Sheffield Utd | 20 | 7 | 8 | 5 | 23:19 | 29 |
9 | Crystal Palace | 20 | 7 | 6 | 7 | 18:22 | 27 |
10 | Everton | 20 | 7 | 4 | 9 | 23:30 | 25 |
11 | Southampton | 21 | 7 | 4 | 10 | 25:38 | 25 |
12 | Newcastle | 21 | 7 | 4 | 10 | 20:33 | 25 |
13 | Arsenal | 20 | 5 | 9 | 6 | 26:30 | 24 |
14 | Brighton | 21 | 6 | 6 | 9 | 25:29 | 24 |
15 | Burnley | 21 | 7 | 3 | 11 | 24:34 | 24 |
16 | Aston Villa | 21 | 6 | 3 | 12 | 27:37 | 21 |
17 | Bournemouth | 20 | 5 | 5 | 10 | 20:28 | 20 |
18 | West Ham | 19 | 5 | 4 | 10 | 21:32 | 19 |
19 | Watford | 21 | 4 | 7 | 10 | 17:34 | 19 |
20 | Norwich | 20 | 3 | 4 | 13 | 21:40 | 13 |