Mourinho heldur fram at grenja

Venjarin hjá Chelsea, José Mourinho, heldur fram at flyta fokus frá leikarunum til sín sjálvan. Nú hevur hann funnið næsta trupulleikan. Hesaferð sigur hann seg vera ónøgdan við leikskránna, sum eftir hansara meting, fellur til fyrimun fyri oddaliðið, Manchester United. Hann sigur m.a. at United altíð skal leika áðrenn teir, so teir hava møguleikan at økja um stigarmunin. Hann heldur tað vera keðiligt, at hansara lið einans hevur møguleika at tippa holið millum teir og oddaliðið. Hann heldur tó ikki, at nakað svik liggur handan leikskránni.