Mourinho í øðini á Ballack

Í Chelsea verður sagt, at læknarnir í felagnum høvdu givið Ballack loyvi at fara til heimlandið, har ein serlækni skuldi hyggja at fótliði hansara. Ballack nýtti tó eisini vitjanina til at fáa eina skurðviðgerð av lærkrikanum, og tað var ikki júst tað, sum Mourinho hevði ætlað.

Hetta merkir mest sannlíkt, at Ballack ikki spælir aftur í ár, og tað hevur fingið øði í portugisiska venjaran. Hann krevur snøgt sagt, at Ballack fær sekkin frá felagnum. Og sum skilst, so eru liðfelagarnir hjá Ballack ikki ósamdir í hesum.