Manchester City vann í dag 2-1 á Manchester United í fyrstu Manchester grannauppgerðini millum Pep Guardiola og José Mourinho. Tað fyrri er fegin um sigurin – tann ónøgdur við dømingina.
Les eisini: Upptakt millum Pep og Mourinho
Gestirnir í bláum komu á odda 2-0. Fyrst við máli, sum Kevin de Bruyne skoraði. Síðani økti Kelechi Iheanacho til 2-0, áðrenn Zlatan Ibrahimovic takkaði fyri gávu frá nýggju málverjanum hjá Manchester City, Claudio Bravo.
Meðan Pep Guardiola fegnast um sigurin, so er José Mourinho ónøgdur við dømingina. Hann vildi hava ikki færri enn tvey brotsspørk og Claudio Bravo útvístan, tá hann taklaði Wayne Rooney.
Aðrastaðni í Premier League vann Arsenal 2-1 á Southampton við brotssparki í evstu løtu. Talan var um avbera bíligt brotsspark, so Arsene Wenger kann fekk seg hepnan í dag. Tottenham vann greitt 4-0 á Stoke, sum fekk venjaran Mark Hughes burturvístan tíðliga í dystinum.
Manchester City er í løtuni oddalið við fullum stigatali fyri fýra dystir.
Premier League 4. umfar:
Manchester United 1 - 2 Manchester City
AFC Bournemouth 1 - 0 West Bromwich Albion
Arsenal 2 - 1 Southampton
Burnley 1 - 1 Hull City
Middlesbrough 1 - 2 Crystal Palace
Stoke City 0 - 4 Tottenham Hotspur
West Ham United 2 - 4 Watford
Liverpool – Leicester (17.30)