Mourinho við hjálpandi hond til Manchester United

Premier League: Leicester City er í upploysn og liðið er við at spæla seg av við Champions League vónina

Tottenham hevur í kvøld vunnið 3-0 á Leicester City, sum við ósigrinum er við at spæla seg av við møguleikan at koma víðari í Champions League. Úrslitið passar væl til Manchester United, sum er í harðari kapping við Leicester um at fáa pláss í Champions League komandi kappingarár – tey møtast í seinasta umfarinum.

Tottenham kom á odda longu tíðliga í dystinum við máli, ið er noterað sum sjálvmál. Leicester spældi sum so væl, men tað var Tottenham, ið var vandamiklast upp á mótálop. Fyri hálvleik skoraði Harry Kane til 2-0, og staðfesti eisini sigurin til 3-0 áðrenn dysturin var komin í helvt.

José Mourinho hevur verið hesum sigrinum givið Manchester United og Chelsea væl betri møguleikar at enda millum fýra tey fremstu. Hann er fyrrverandi venjari hjá báðum.

1Liverpool36303377:2993
2Man City36243993:3575
3Chelsea361961164:4963
4Leicester371881167:3962
5Man United361711863:3562
6Tottenham3716101160:4658
7Wolves361414849:3856
8Sheffield United3614121038:3554
9Burnley371591342:4854
10Arsenal361314953:4553
11Southampton371471648:5949
12Everton3612101442:5346
13Newcastle3611101537:5543
14Crystal Palace361191630:4742
15West Ham361071947:6037
16Brighton368131537:5337
17Watford368101834:5734
18Aston Villa36872139:6631
19Bournemouth37872237:6431
20Norwich37562626:7021