Mourinho vil venja Manchester United

Portugisiski venjarin heldur tað vera sjálvsagt, at hann gerst venjari hjá Manchester United, tá Alex Ferguson leggur frá sær

FÓTBÓLTUR

 

 

Venjarin hjá Inter Milan, José Mourinho, viðgongur, at tað hevði freistað hann at sloppið at starvast í Onglandi aftur. Fremst á ynskilistanum hjá Mourinho er at gerast venjari hjá Manchester United.

– Tá Alex Ferguson fer frá, fer Manchester United at leita eftir teimum bestu venjarunum í heiminum. Eg felli inn í ta kategoriina, sigur Mourinho við enskar fjølmiðlar.

Og tað er neyvan heldur nakað dulsmál, at ensku fjølmiðlarnir hava saknað tann litríka portugisiska venjaran, síðani hann varð koyrdur úr starvi sum venjari hjá Chelsea á heysti í 2007.

 

Er ikki í iva

Mourinho er ikki í iva um, at hann er væl egnaður til venjarastarvið. – Eg kann so ikki útihýsa, at eg ein dag gerist høvuðsvenjari hjá Manchester United. Serstøk fótbóltsfeløg hava tørv á serstøkum venjarum, sigur Mourinho, sum gongur undir navninum »The Special One«.

Tað hevur gingist væl hjá Mourinho í italsku Seriu A. Inter er klárt á odda, sjey stig framman fyri Juventus. Mourinho vil kortini ikki lova, at hann verður venjari hjá Inter komandi kappingarár.

– Um 86 dagar fari eg í feriu. Verði eg framvegis venjari hjá Inter? Í fótbólti veit ein ongantíð, staðfestir tann ógvuliga serstaki José Mourinho.

Mikukvøldið spæla Manchester United og Inter seinna dystin í áttandapartsfinaluni í Champions League á Old Trafford í Manchester. Fyrri dysturin á San Siro í Milano endaði 0-0.