Fótbóltur
Tey bæði liðini, sum í fjør runnu um kapp eftir gullmerkjunum, hava í ár átikið sær nakrar heldur meira eyðmjúkar leiklutir, har tað fyrst og fremst hevur verið stríðið um bronsumerkini, sum hevur upptikið áskoðararnar hjá felgøgunum.
HB var tó eitt skifti tíðliga í kappingini sera væl við, men eftir at teir fleiri ferðir snávaðu ella hálvsnávaðu, øktist munurin upp til ovaru liðini dekan ov nógv øktur. Fram til summarsteðgin varð tó framvegis roknað við, at HB kundi gera seg galdandi í bronsudystinum, men hesin møguleikin tykist nú vera fullkomuliga farin fyri skeyti, eftir at liðið hevur tapt fyri bæði KÍ og VB.
Nógvir restaðu í
Til dystin móti VB kom HB annars suður við einum liði, sum í nógva rmátar líktist einum styrktum unglingaliðið. Menn sum Pól Næs Joensen, Bárður Christiansen, Ransin N. Djurhuus og Høgni Mohr Joensen hava so avgjørt ikki leikt teir heilt nógvu minuttirnar á besta HB-liðnum, og tað tóktist eisini skjótt greitt, at móti drúgvu royndunum hjá heimaliðnum fóru hesir at formáa sær lítið.
Spæliætlanin hjá HB tóktist eisini heilt greitt at vera tann, at bindast skuldi fyri í verjupartinum, fyri síðani møguliga at fáa okkurt kontraálop í lag, og fyrstu trý korterini eydnaðist sum so eisini at halda hesa. VB hevði vindin undan og trýsti rættiliga nógv oman móti HB málinum, men í nógvum førum hjálpti vindurin, soleiðis at bólturin rann undan, og tó at VB hevði einar tvær ella tríggjar heilt naskar royndir, so hevði bólturin so framvegis ikki verið í netinum, tá farið varð til hálvleiks.
Gekk betri ímóti
Í álopspartinum høvdu vertirnir so avgjørt ikki skapt nakað nevnivert ímóti vindinum undan stegðin, og í seinna hálvleiki gjørdist nærum eiðasørt í so máta.
VB fekk nógv betri samanhang í sítt spæl, nú teir høvdu vindin ímóti. Tað riggaði nógv betri at leggja bóltin fram eftir vøllinum, uttan at úrslitið hvørja ferð gjørdist eitt málspark, og í verjuni høvdu afturvendu tvíburðarnir gott tamarhald á teimum ferðunum, tá HB dittaði sær niðan eftir vøllinum.
Tað var eisini nú, at tað eydnaðist VB at skora, men hóast máli mátti sigast at vera uppiborið, so mundiu teir í HB tó koritni iðra seg um málið, sum tóktist heldur óneyðugt. Mark Wierzbicki fekk bóltin nakað framman fyri miðjuna, og eftir at hava drigið seg oman í brotsteigin, smekkað pólverjin til. HB málverjin átti helst at hava hildið skotinum, men tá hetta ikki eydnaðist, var altíð vandamikli Birgir Jørgensen á staðnum, og so var dysturin mest sum avgjørdur.
Í øllum førum var sera torfrøt at síggja, hvussu HB skuldi fáa eitt mál burtur úr dystinum, tí hóast teir nú vóru aftanfyri, so megnaðu teir ikki á nakran hátt at trýsta VB longur niðan á vøllin.
VB var framvegis spælstýrandi, og um miðjan hálvleik eydnaðist teimum so eisini at fáa málið, sum væl og virðiliga avgjørdi dystin. Marek spældi út í vinstru til Jón Paula, sum dróg skjótt oman móti brotsteiginum. Komin oman til brotsteigin sendi hann hart og flatt innfyri, og millum vinir og fíggindar endaði bólturin onkursvegna í málinum.
Fáa royndir
Við sigrinum syrgdu vágbingar fyri, at teir framhaldandi halda fast um møguleikan at vinna sær bronusmerki, og har við eisini atgongumerki til enn eitt ár úti í Europa. Skaðarnir, sum teir hava drigist við seinastu tíðina tykjast nú eisini at vera lagdir aftur um bak, og so er spurningurin, hvat teir megna at gera, tá teir komandi vikuskifti fara til Gøtu á vitjan.
Hjá HB er hinvegin alt tos um heiðursmerki tagt burtur fyri árið. Liðið er í løtuni á einum sjeynda plássi, og hóast teir ikki eru í nøkrum niðurflytingarvanda, so man hetta helst svíða meint hjá sigursvanda felagnum.
Trupulleikin hjá HB er bara, at í løtuni skal liðið ikki rokna við at koma nógv longur upp eftir stigatalvuni. Hópurin hjá teimum er ikki hin breiðasti í landinum, og tá skaðar raka somikið meint, sum teir hava gjørt í ár, so verður tað sera trupult at standa seg í kappingini um heiðursmerkini.
Hinvegin gevur hetta møguleika at geva blaðungu monnunum nakrar royndir í fyrsta liðs høpi, og kann hetta virka til at betra um møguleikarnar fyri framtíðina hjá hesum leikarunum á besta liðnum, so nýtist árið tó kortini ikki at vera heilt spilt.
VB-HB2-0 (0-0)
1-0: Birgir Jørgensen 54
2-0: Jón Pauli Olsen 70
Dómari: Dagfinn Olsen (NSÍ)
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Krzystof Popczynzki, Michael í Lágabø, Jón Pauli Olsen ? Birgir Jørgensen, Robert Cieslezicz
HB: Pól N. Joensen ? Eyðfinn Fjalsbak, Jóhannis Joensen, Bárður Christiansen ? Ransin N. Djurhuus, Allan Mørkøre, Rói Árting, Høgni M. Joensen, Janus M. Joensen ? Rógvi Jacobsen, Bárður Mortansson