Mr. Supertramp á Summar Festivalinum

Í morgunsendingini í Útvarpi Føroya í morgun almannakunngjørdi Summar Festivalurin, at sangarin og sangskrivarin handan størstu hittini hjá Supertramp, Roger Hodgson verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins festivali.

 
Festival summar
 
Supertramp var síðst í 70unum og fyrst í 80unum sera vælumtóktur bólkur millum tannáringar í Føroyum. Nú næstan 30 ár seinni sleppa føroyingar endiliga at uppliva ein bita, av Supertrampinum, hetta hendir tá Summar Festivalinum bjóðar eyðkendu sangrøddina hjá Roger Hodgson á pallin. Røddin hevur ljómað úr Útvarp Føroya og nógvum túsund øðrum útvarpsstøðum kring allan heim nógvar milliónir ferðir seinastu 30 árini, á Supertramp løgum sum Logical Song, Give a Little Bit, Dreamer, Take the Long Way Home, Breakfast in America, School og Its Raining Again.
 
Góð ummæli
Roger Hodgson kemur í avgust við bólki sínum til Klaksvíkar at geva klaksvíkingum og gestum teirra eina framúrskarandi tónleikauppliving, um ummælini uttan úr heimi eru eftirfarandi. Tað skilst eisini, at tað er Supertramp tónleikurin, ið eigur størsta partin av hansara spæliskrá. Hetta hóast hann sum einstaklingur hevur givið hópin av fløgum út, síðan hann fyri 23 árum síðan fór úr Supertramp.
 
Gav eitt sindur
Hodgson gav í 2000 fløguna Open the Door út,. Henda fløgan varð sera væl móttikin, best gekk í Sveits, har hon lá ovast á sølulistanum í tríggjar vikur. Síðan hetta er eingin heil fløga komin út, men Roger Hodgson gjørdi aftur í 2004  vart við seg, tá hann gav gamla Supertramp sangin Give a Little Bit til tey, ið vóru rakt av risaflóðalduni í fjareystri.. Hetta lag gjørdist sera nógv spælt serliga í USA.
 
Betri enn nakrantíð
Roger hevur livað eitt friðarligt og hampiligt lív seinastu 23 árini. Hann er givin at drekka og heldur seg kropsliga væl fyri. Hetta hoyrist eisini aftur á sanginum, røddin ljóðar betri enn nakrantíð áður, skriva ummælararnir millum annað. Børnini eru nú vaksin, konan og hann eru farin frá hvør øðrum, so nú verður mesta orkan nýtt til konsertferðir kring allan heim.
 
Var við til at stovna Supertramp
Roger Hodgson stovnaði Super Tramp saman við vinmanninum Rick Davies í 1969, upprunaliga spældi hann bass, men skifti í 1971 bassin út við gittaran.
Í 1974 fekk bólkurin sítt stóra gjøgnumbrot við lagnum hjá Roger Hodgson Dreamer, ið var við til lyfta plátuna Crime of the Century ovast á bretska sølulistan. Bólkurin var ein tann best umtókti bólkurin í Evropa í seinnu helvt av sjeyti árunum.
 
50.000.000 seldar plátur
Í 1979 kom plátan Breakfast in America út. Hon lá ovast í hittlistunum alt árið og telist millum best seldu fløgur nakrantíð. Henda pláta er ein tann størsta orsøkin til, at Supertramp samanlagt hevur selt 50 milliónir fløgur.
 
Heim til børnini
Eftir 14 ár sum ein av oddamonnunum í Supertramp og sangskrivari aftan fyri størstu hittini hjá Supertramp, takkaði Roger Hodgson í 1983 fyri seg.
Hann vígdi lív sítt til familjuna. Hann vildi vera heima hjá børnunum, meðan tey vóru smá, ístaðin fyri at ferðast kring allan heim á risa konsertferðunum hjá Supertramp. Soleiðis mátti ein av heimsins best umtóktu bólkum lúta fyri friðarliga familjulívinum.
 
Bygdi upptøkuhøli
Roger Hodgson bygdi sær upptøkuhøli í húsunum í Kalifornia. Her kundi hann arbeiða við tónleiki, meðan hann hevði børnini tætt hjá sær. Fyrsta úrslitið av hesum arbeiði var plátan In the Eye of the Storm, ið kom út í 1984 og varð seld í 2 milliónum eintøkum.
Hesi árini síðan 1984 hevur Hodgson alla tíðina fingist við tónleik sum einstaklingur, saman við bólkinum Yes, saman við soninum Andrew og við fólki sum Andrea Bocelli, Brian Ferry og Al Jarreau. Hetta hevur havt fleiri fløguútgávir og nógvar konsertferðir við sær.
 
Ljóðar av Supertramp
Supertramp helt somuleiðis fram við Rick Davies á odda, men bólkurin megnaði ongantíð at endurvinna plássið, sum ein av heimsins best umtóktu bólkum, bólkurin er ikki virkin í løtuni. Síðstu konsertirnar hjá teimum vóru hildnar í 2002, men sambært ummælarum ljóðar Roger Hodgson solo munandi meira sum Supertramp enn Supertramp ger. Hetta orsakað av eyðkendu røddini, ið vit kenna úr best umtóktu løgunum hjá bólkinum.