Dagfinn Olsen
Mynd: Jens Kr. Vang
3?arin í SMS hevur givið út fløgu við Tórshavnar Manskóri. Fløgan kallast ?Vit eru føroyingar?. Í hesum sambandi var móttøka í 3?aranum í gjár, har kórið setti dám á.
Vanliga er tað m.a. tónleikarásin MTV, ið kitlar oyruni, tá ein kemur inn í 3?aran, men í gjár var øðrvísi. Tá mátti MTV dvína fyri føroyingum, ið ikki smæðast við at kalla seg mannfólk.
Mergjað og fagurt ljómaði tað, tá Tórshavnar Manskór sang løg av nýggju fløguni. Fimm av teimum 13 løgunum á fløguni komu inn til kappingina, sum kórið skipaði fyri í 1995 , og fleiri nútímans orð- og tónasmiðir eri tískil umboðaðir. Teirra millum Tróndur Bogason Hansen, Heri Nolsøe, Edvard Nyholm Debes og Rói Patursson og Alexandur Kristiansen. Men eisini nakað av eldri tilfari er, millum annað ?Tú alfagra land mítt? og so teir sangirnir, ið hava sín uppruna í Svøríki og Danmark.
Síðani 1986
Tórshavnar Manskór varð sett á stovn í 1986 og leiðari øll árini hevur verið Bjarni Restorff. Kórið telur millum 35- 45 mans og Bjarni sigur, at stórur áhugi er fyri kórsangi, so tað er kapping um teir góðu sangararnar.
Tvey ár eru síðani, at kórið seinast gav út fløgu, og Bjarni sigur, at ikki nógv nýggj kórverk síggja dagsins ljós í Føroyum. Nú hevur so eydnast at fáa ein av teim heilt ungu tónasmiðunum við, nevniliga Trónd Bogason, ið vann kappingina, ið kórið skipaði fyri í 1995 og har 12 verk komu inn. Hetta er fyrsta kórverk Trónda.
Nógvar ætlanir
Bjarni Restorff sigur, at kórið hevur nógvar ætlanir fyri framman. Fleiri teirra eru um at syngja størri verk og ein ætlan snýr seg um at syngja saman við einum rockorkestri, men nær hetta verður, veit Bjarni ikki, kanska síðst í ár ella fyrst í næstu øld.
Um umstøðurnar hjá kórsangi sigur Bjarni Restorff, at nógvir góðir sangarar eru, men fáir sanglærarar og hann leggur afturat, at nýggja fólkaskúlalógin nevnir einki hesum viðvíkjandi.
Ikki teljast nógv ungfólk millum sangararnar, men hetta er orsakað av, at tey ungu hvørva, tá tey koma í tann aldurin, at tey leita sær uttanlands í lestrarørindum og tí seta tilkomin dám á kórini.
Eingin treyt er fyri at sleppa upp í part at syngja, sigur Bjarni skemtandi, ein skal bert nýta nummar 35 í skóm.
Hugaligt
Tað má sigast at vera hugaligt, at Tórshavnar Manskór er so virkið. Eitt Manskór var í Havn í 1886, fólkatalið í Havn var tá 1200. Í 1986, 100 ár seinni, sá Tórhavnar Manskór dagsins ljós, og hesi árini hava Bjarni Restorff og kórið givið 2 fløgur út.
Tann seinna er júst komin og eru tað Jóhannus á Rógvi Joensen og Kartni Fornagarð, ið hava tikið sær av festa á band. Bjarni Restorff og Jóhannus á Rógvu hava ljóðblandað í Media Sound í Keypmannahavn og 3?arin í SMS gevur fløguna út. Hon fæst kring alt landið í dag.