Mubarak liggur til at doyggja

Fyrrverandi egyptiski forsetin Hosni Mubarak er ikki deyður. Tað segði sakførari hansara í nátt, og hann avsannaði harvið tíðindini, sum tíðindastovan Mena bar í gjárkvøldið.

-Hann hevur ligið uttan vit í fleiri tímar. Hann hevur havt vatn í lungunum teir seinastu tíggju dagarnar, blóðtrýstið er lágt, og hetta gjørdi, at læknarnir noyddust at leggja hann í respirator, sigur sakførarin Fareed El Deeb.

Mahmoud Shaheen, sum er limur í hernaðarráðnum, hevur eisini avsannað tíðindini um, at Mubarak er deyður. Hann ásannar, at fyrrverandi forsetin er illa sjúkur, og at støðan er álvarssom.

-Hann hevur mist vitið og fær hjálp til at anda, sigur Shaheen við Reuters.