Mugu betala rokninga sjálvir

? Canal Digital fær neyvan nakað burturúr at senda føroyingum mvg rokningar við afturvirkandi kraft, sigur sakførari

Canal Digital

Canal Digital kann ikki senda føroyingum mvg rokning við afturvirkandi kraft.
Allir teir túsundtals føroyingarnir, sum síggja sjónvarp frá canal Digital, kunnu taka tað róligt.
Higartil hava føroyingar ikki goldið mvg av at hyggja eftir parabol frá Canal Digital, men tað hevur Tollur og Skattur í Føroyum nú steðgað.
Toll og Skatt hevur nevniliga kravt mvg av tí, sum føroyingar hava betalt til Canal Digital fyri at síggja parabol.
Og Toll og Skatt sigur harafturat, at mvg skal gjaldast við afturvirkandi kravt í fleiri ár og talan er sostatt talan um eina rokning uppá fleiri milliónir.
Hetta fekk eitt umboð fyri Canal Digital at kunngera í Útvarpinum fríggjakvøldið, at Canal Digital fer ikki at betala nakra mvg rokning.
Og fær Canal Digital eina mvg rokning við afturvirkandi kraft, fara tey at senda alla rokningina víðari til viðskiftafólk síni í Føroyum.
? Tað verður í øllum førum ikki við góðum, at Canal Digital fer at betala rokningina og verður tað neyðugt, fer málið í rættin, fyri at fáa eina avgerð um, hvør skal betala mvg við afturvirkandi kraft, segði Canal- Digital umboðið við Útvarpið fríggjakvøldið.
Men Canal Digital kann ikki senda rokninga víðari til viðskiftafólk síni.
Eyðfinnur Jacobsen, sakførari í virkinum ?Faroe Law?, sigur, at útgangsstøðið er, at tá ið fólk keypa eina vøru ella eina tænastu, ganga tey út frá, at øll avgjøld eru við í prísinum.
? Tað er bara, tá ið tað týðiliga er tilskilað, at mvg ikki er við í prísinum, at tað kann leggjast afturat prísinum.
? Men tá ið viðskiftafólk hava skrivað undir sáttmála við Canal Digital, kann Canal Digital hava gjørt viðskiftafólkum sínum greitt at spurningurin um mvg ikki er avgreiddur og at tey tilskilað sær rætt at krevja mvg seinni,
Men hevur canal Digital heldur ikki gjørt tað, kunnu tey neyvan senda viðskiftafólkunum mvg rokning við afturvirkandi kraft og tí metir Eyðfinnur Jacobsen ikki, at føroyingar, sum hava sjónvarp frá Canal Digital, hava nakað at stúra fyri