Almannaverkið skrivar væntast kann, sum støðan er í løtuni, at viðgerðartíðin av hjálpartólum verður soleiðis:
- Brámál 3 arbeiðsdagar – íroknað útflýggjan
- Snar- og sjónmál 21 arbeiðsdagar – íroknað útflýggjan
- Vanlig mál umleið 8 vikur – longri útflýggjanartíð kann væntast, um bíðað verður eftir veitara ella læknaupplýsingum
- Stuðul til bil og bústaðarbroytingar 4 mánaðar - umframt veitingartíð, bíðan eftir upplýsingum og líknandi
Grundin til, at hendan støðan er íkomin, er økt virksemi og vantandi starvsfólkaorka, við terapeutum á økinum.
Arbeitt verður við at loysa støðuna, sum er íkomin, og aftur at fáa vanligu viðgerðartíð, sum er í trá við ásettu mál um svartíðir. Sí vanligar svartíðir her