Spania eigur at boykotta Eurovision næsta ár, um Ísrael luttekur. Tað segði spanski mentamálaráðharrin, Ernest Urtasun, í dag við spanska útvarpið.
Harvið ger Spania sum fleiri onnur evropisk lond, sum hava hótt við at taka seg úr altjóða sangkappingini.
- Vit mugu tryggja, at Ísrael ikki luttekur í næstu útgávuni av Eurovision, sigur Urtasun, sambært tíðindastovuni AFP.
- Eins og Írland, Slovenia, Ísland og Holland eigur Spania ikki at luttaka, um tað ikki eydnast okkum at útihýsa Ísrael.
Fríggjadagin boðaði niðurlendska sjónvarpsstøðin Avrotros frá, at Niðurlond ikki senda luttakara til Eurovision næsta ár, um Ísrael luttekur.
Í eini fráboðan vísti Avrotros til "áhaldandi álvarsligu menniskjansligu líðingarnar í Gaza".
Í Írlandi og Slovenia hava almennu kringvarpini RTÉ og RTVSLO, sum standa fyri Eurovision Song Contest, eisini boðað frá, at londini ikki luttaka, um Ísrael sleppur at luttaka.
DR hevur ikki svarað, um Danmark fer at luttaka í Eurovision 2026, um Ísrael eisini luttekur.
Men DR hevur upplýst, at tað fylgir væl við støðuni og umrøður hana leypandi við bæði norðurlendskar public service miðlar og European Broadcasting Union (EBU), sum er fyriskipari av sangkappingini.
Luttøkan hjá Ísrael í Eurovision hevur fleiri ferðir verið kjakevni, eftir at kríggið millum Ísrael og Hamas brast á í oktober 2023.
Millum annað vóru mótmælisgongur hjá pro-palestinskum aktivistum, bæði tá kappingin varð hildin í Svøríki í 2024 og í Sveis fyrr í ár.
Eftir ætlan verður altjóða sangkappingin hildin í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, 16. mai næsta ár.
/Ritzau/